
Oyggjaleikirnar á Orkneyoyggjum nærkast, og føroysku íðkararnir fara nú inn í seinasta partin av fyrireikingunum.
Í frælsum ítrótti er altíð spennandi, hvat heiðursmerkjum viðvíkur. Soleiðis var millum annað á Guernsey í 2023, har ein tá komandi evropameistari, Jónas Gunnleivson Isaksen, tók flestu yvirskriftirnar.
Kvinnurnar gjørdi eisini bart, og tær síggja skarpar út í fyrireikingunum. Tríggjar eru lesandi og renna til dagliga i í Jútlandi: Maria Biskopstø í Aarhus og Margit Weihe Frímundsdóttir og Oddvør Josephsen í Aalborg. Seinast runnu tær stafettinar saman við Rebekku Fuglø og endaðu við bronsuheiðurmerki á 4x400 metrum - mynd sæst niðanfyri.
Frá vinstru til høgru: Maria, Rebekka, Oddvør og omanfyri er Margit
Ætlanin er, at hesar fýra eisini á Orkneyoyggjunum renna 4x400 metrar saman, har tær aftur skulu royna at vinna heiðursmerki
Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar, ið er úr Havn og búsitandi í Keypmannahavn, skal renna saman við Oddvør, Margit og Mariu í 4x100 metra stafettini. Teresa hevur eisini ymiskar Oyggjaleikaroyndir.
Frá drúgvum skaða til fleiri føroysk met
Síðani Oyggjaleikirnar fyri tveimum árum síðani hevur Oddvør Josephsen als ikki runnið so nógv uttandura sum ætlað. Orsøkin er ein ryggskaði, sum hevur darvað nógv.
Í 2025 hevur tó gingist heilt væl higartil - so væl at 24-ára gamla klaksvíkskvinnan hevur sett føroysk met tríggjar ferðir seinasta mánaðin. Talan er um tvey ymisk met, har hon hevur betrað um tað á styttra teininum tvær ferðir.
Tað fyrsta var annars til 200 metra kappinging á stóra King Baudouin Stadion i Brüssel, Belgia, 24 mai. Har rann Oddvør teinin uppá 25.53 sekund. Gamla føroyska metið á 200 metrum uttandura átti Margit Weihe Fríðmundsdóttir (25,68 sekund)
Rennarin úr Klaksvík er ógvuliga kvik og sterk á serliga stuttu teinunum. Bara í juni hevur Oddvør Josephsen tvær ferðir betrað um metið á 100 metrum, sum hon annars átti sjálv áðrenn.
Oddvør Josephsen eftir at hon hevði betrað um metið í Aalborg
Fyrst var tað í kapping í Aalborg fyrri í hesum mánaðinum. Tá rann hon 100 metrar uppá 12,41 sekund. Hetta eru tíggju hundraðpartar skjótari enn gamla metið, ið hon sjálv átti: 12,51.
Hetta varð runnið tíggju hundraðpartar niður afturat til Copenhagen Open í Hvidovre um vikuskið . Nú eigur besta tíðin hjá Oddvør, og besta føroyska tíðin á teininum, 12.31 sekund.
Harvið er formurin góður, áðrenn kappast skal fyri Føroyar miðskeiðis í næsta mánaða.
Maria Biskopstø megnar eisini at betra um og seta met
Formurin tykist eisini vera í lagi hjá Mariu Biskopstø. Hon er eisini úr Klaksvík og harvið uppvaksin í Treystinum.
Maria rennir sum oftast øðrvísi teinar enn Oddvør, og í omanfyrinevndu stevnu í Brússel í mai betraði hon um sítt føroyska met í 40 0 metra rimarenning (hekk): Hetta frá 1.02.74 minutt til 1.02.64 minutt.
Maria Biskopstø hevði eisini eitt frálíkt Copenhagen Open, tí hon setti nýtt føroyskt met á 400 metrum. Tíðin var 57.66 sekund.
Maria Biskopstø sæst her koma á mál á Oyggjaleikunum í 2023. Hon hevur havt ein góðan mánaða, og vónandi heldur hetta fram inn í juli (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald