
G! Festivalurin er ikki einasta tónleikatiltak, sum helt tað verða eitt gott hugskot at vísa HM-hálvfinaluna millum Ongland og Kroatia í gjárkvøldið. Amerikanska poppstjørnan Justin Timberlake hevði konsert í O2 Arena í London, og eisini hann bjóðaði til fótbóltsveitslu.
Áhoyrararnir fingur tí bæði 120 minuttir av góðum fótbólti, og møguleikan syngja við til sangir sum “Rock Your Body”, “Can’t Stop The Feeling” og “SexyBack”.
- Eg havi tosað við O2, og fyri fyrstu ferð nakrantíð lata hurðarnar upp kl. 18:30, og vit vísa Ongland-Kroatia dystin á mínum ovurstóra stórskermi. Eg meini, eg vil síggja dystin, tit vilja síggja dystin, vit vilja øll síggja dystin. Vit vilja síggja hann saman, og vita tit hvat ? It’s coming home, boðaði Justin Timberlake frá á Twitter áðrenn konsertina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald