Fótbóltur

KA í góðari støðu eftir sigurin á Dundalk

Pætur Petersen spældi fyrsta tíman, og Jóan Símun Edmundsson kom inn til seinastu tíggju minuttirnar í sínum fyrsta dysti; í 3-1 sigrinum hjá føroyingafelagnum á Akureyri í gjár.

Pætur Petersen byrjaði inni, tá KA fekk frálíkt úrslit í fyrra dysti í 2. umfari í Conference League (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Petersen byrjaði inni, tá KA fekk frálíkt úrslit í fyrra dysti í 2. umfari í Conference League (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-28 10:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Íslendsku miðlarnir hava stórt rós til KA Akureyri eftir 3-1 sigurin á írska Dundalk á Framvöllinum, sum varð nýttur til høvi í gjárkvøldið. 

Øll málini komu fyri steðgin. Heimaliðið legði seg á odda í 28. minutti, gestirnir javnaðu fýra minuttir seinni, og so sló 21-ára gamli Sveinn Hauksson tvær ferðir fyri steðgin.

Pætur Petersen byrjaði inni á vonginum fyri KA og arbeiddi gróthart í 58 minuttir, áðrenn skálvíkingurin varð skiftur út.

Jóan Símun Edmundsson, ið varð kunngjørdur í felagnum týsdagin, fekk sín fyrsta dyst. Toftamaðurin kom inn, tá tíggju minuttir vóru eftir. Hann fekk eitt gult kort.

[object Object]
Hetta var fyrsti dystur hjá Jóan Símuni Edmundsson síðani dystin móti Albania 20. juni (Mynd: Sverri Egholm)

Høvuðsvenjarin Hallgrímur Jónasson var sum vera man væl nøgdur við sterka úrslitið og útgangsstøði. Í viðtalu við Morgunblaðið setur hann eisini orð á nýggja mannin, sum Jónasson spældi saman við í OB

- Hann hevur bert fingið eina venjing við, og tað var í gjár, so allir skulu læra hann at kenna. Tað er gott fyri okkum og áskoðarnar at síggja hann í dysti - talan er um ein hartarbeiðandi spælara, sum fer at gera nógv gott fyri okkum. Hann hevur ikki vant við einum liði í ein mánaða, so hann skal spakuliga koma í gongd, men her er talan um ein spælara við høgari góðsku. Jóan Símun er eisini ein "góður drongur". Eg havi spælt saman við honum, og hann er ógvuliga róligur og ein góður liðfelagi. 

Jóan Símun Edmundsson fylti 32 ár mikudagin. Hann hevur gjørt sáttmála við KA fyri restina av árinum. Seinni dysturin hjá roynda føroyinginum, Pæturi Petersen og hinum í 2. umfari í Conference League verður í Írlandi hósdagin. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder