Hann fór útum landoddarnar at spæla fótbólt í 2014 eftir 127 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi, har syðrugøtumaðurin var við til at vinna tvær steypafinalur og at spæla seg víðari
Bóltsnillingurin royndi seg fyrst í norskum fótbólti í tvey ár, síðani í nakrar mánaðir í rumenska stórfelagnum Dinamo Bucarest, áðrenn leiðin á sumri í 2016 gekk til Hafnafjørðin. Síðani hevur Kaj Leo í Bartalstovu spælt í Íslandi og bestu deildini har. Í 2017 og 2018 var tað á Vestmannaoyggjunum við ÍBV, og seinastu trý árini hevur vongurin havt heimstað í Reykjavík og spælt undir Hemiri Guðjónssyni.
Samanlagt gjørdist talan um 58 dystir og 10 mál fyri Val, har Kaj Leo ofta sat á bonkinum. Nú skal hann royna seg á Akranesi. ÍA kunngjørdi í gjár, at tvey-ára sáttmáli er gjørdur millum partarnar, og at Kaj Leo í Bartalsstovu er góður styrkur fyri liðið; millum annað við sínum mongu royndum í íslendskum fótbólti.
Mynd: ÍA
ÍA endaði nummar níggju í best íslendsku deildini, har tólv lið eru, í fjør. Tað eru fleiri føroyskir leikarar í íslendskum fótbólti. Hallur Hansson og Patrik Johannesen eru í vetur lagdir afturat - teir hava skrivað undir sáttmála við ávíkavist KR Reykjavík og Keflavík.
Kaj Leo í Bartalsstovu er 30 ára gamal. Hann hevur spælt 28 A-landsdystir fyri Føroyar.
Fótbóltur
Kaj Leo heldur fram í Íslandi
30-ára gamli álopskendi leikarin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við ÍA á Akranesi.
Kaj Leo í Bartalsstovu hevur síðani 2016 umboða feløg í bestu íslendsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)
2022-02-16 14:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald