Fótbóltur

Kaj Leo tekur eitt ár afturat

Nevndin í HB skipaði seg eftir aðalfundin í gjár.

Mynd: HB

Mynd: HB

2019-01-30 20:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ársaðalfundurin hjá Havnar Bóltfelag varð hildin týskvøldið 29. januar.

Av teimum limum, sum stóðu fyri vali vóru Kaj Leo Johannesen og Thomas Juul Thomsen afturvaldir. Ragnar Joensen, sum eisini stóð fyri vali bar seg undan afturvali og í hansara stað varð valdur Ransin Napoleon Djurhuus, skrivar Havnar Bóltfelag á Facebook.

Nevndin hevur skipað seg við Kaj Leo Johannesen, sum formanni. Tormóður Stórá er næstformaður, Jóannes Mouritsen er kassameistari og Thomas Juul Thomsen og Ransin N. Djurhuus eru nevndarlimir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder