Tveir av vandamestu áleyparunum í evropeiskum fótbólti vóru aftur í hopla í gjár, tá átta lið spældu í 5. og næstseinasta umfari í bólkaspælinum í Champions League.
Les meira: Mourinho og Tottenham vendu 0-2 til 4-2 og spældu seg víðari
Bayern var á odda 1-0 í hálvleikinum í Beograd, og 2. hálvleiki gekk tað skjótt hjá týska liðnum. Í 53' 60' 64 og 68' minutti sló Robert Lewandowski til. 31-ára gamli póllendingurin hevur framúr hagtøl á sínari yrkisleið - serliga í størsta týska felagnum og serliga í ár. Í 2019/2020 er Lewandowski glóðheitur: Toppskjútti við tíggju málum í fimm dystum í Champions League og toppskjútti í Bundesligaini við 16 málum í 12 dystum. Í gjárkvøldið gjørdi Lewandowski nakað, sum eingin hevur gjørt í Champions League-søguni: Skoraði fýra mál uppá 15 minuttir. Samanlagt hevur Robert Lewandowski 63 mál í kappingini.
Fýra ferðir Lewandowski innan eitt korter í dystinum móti Reyðu Stjørnu í gjárkvøldið, og so varð met sett (Mynd: EPA)
Í London var liðformaðurin hjá heimaliðnum ein sera umráðandi partur í, at Tottenham vendi dystinum. 0-2 eftir 19 minuttir varð vent til 4-2, og Harry Kane skoraði tvey av málunum. 26-ára gamli onglendingurin er nú nummar trý á toppskjúttalistanum í Champions League í ár við seks málum, og seinastu árini hevur Kane skorað 20 ferðir í kappingini. Hann hevur bert nýtt 24 dystir til hetta, og eingin annar hevur megnað at gjørt tað uppá so stutta tíð. Filippo Inzaghi nýtti 28 dystir, Ruud van Nistelrooy 27 dystir og Alessandro Del Piero 26.
Fótbóltur
Kane og Lewandowski settu met í gjárkvøldið
Onglendingurin hevur spælt 24 Champions League dystir og hevur longu skotið 20 mál. Pólleningurin skoraði fýra mál uppá eitt korter í Beograd í gjárkvøldið.
Harry Kane skoraði tvær ferðir fyri Tottenham í 4-2 sigrinum á Olympiakos í London (Mynd: EPA)
2019-11-27 08:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald