Fótbóltur

Mourinho og Tottenham vendu 0-2 til 4-2 og spældu seg víðari

PSG fekk javnleik í undirhaldandi dysti í Madrid, Dybala avgjørdi fyri Juventus við frálíkum frísparki, City fekk bert eitt stig men kom víðari, og Lewandowski skoraði fýra ferðir í Bayern-stórsigri í Serbia.

Dele Alli fekk minkað um munin og í 2. hálvleiki var bert ein vegur hjá monnunum hjá Mourinho (Mynd: EPA)

Dele Alli fekk minkað um munin og í 2. hálvleiki var bert ein vegur hjá monnunum hjá Mourinho (Mynd: EPA)

2019-11-26 22:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sekstan lið spældu í 5. og næstseinasta umfari í bólkaspælinum í Champions League

Bólkur A:
Galatasaray - Club Brugge 1-1 (1-0)
Real Madrid - PSG 2-2 (1-0)

Galatasaray og Club Brugge oyðiløgdu møguleikan hjá hvøjrum øðrum í Istanbul - tó er belgiska liðið á veg í Europa League, og tí var stórur fagnaður yvir 1-1 málið í yvirtíðini, og tað kostaði útiliðnum tvey reyð kort. Harvið er Real Madrid víðari saman við PSG, og hetta var greitt, áðrenn liðini hittust á Bernabeu í kvøld. Har fingu áskoðarnir ein góðan fótbóltsdyst, har heimaliðið spældi betri. Isco og Haxard vóru sera eyðsýndir, og ikki minst Benzema við tveimum málum. 2-0 málið kom í 80. minutti, men bert fýra minuttir seinni var 2-2. PSG reisti seg væl, og kemur víðari sum vinnari av bólkinum.

[object Object]
Keylor Navas spældi ein frálíkan dyst á sínum gamla heimavølli, men hann megnaði ikki at halda Karim Benzema frá at skora í tveimum førum (Mynd: EPA)

Beint fyri hálvleik varð brotsspark dømt til franska liðið, og Courtois fekk reytt kort fyri at fella Icardi. Men eftir dómarin hevði nýtt VAR varð fríspark dømt til Real mitt á vøllinum ístaðin - Idrissa Gana Gueye hevði skumpað Hazard í ryggin.

Støðan:
PSG 13 *
Real Madrid 8 *
Club Brugge 3
Galatasaray 2

*Víðari

Bólkur B: 

Tottenham- Olympiakos 4-2 (1-2)
Reyða Stjørna - Bayern Munchen 0-6 (0-1)

Tá hálvur tími varð leiktur í London var 0-2. So skifti Jose Mourinho Cristian Eriksen inn fyri Eric Dier, og Totteham blásti grikkar umkoll næstu 50 minuttirnar. Heimaliðið skoraði fýra ferðir, og Tottenham hevur nú skorað sjey ferðir í tveimum dystum undir Mourinho. 

[object Object]
Harry Kane skoraði tvær ferði í comebakkinum hjá Tottenham í kvøld (Mynd: EPA)

Finalistairnir frá í fjør fara víðari úr bólki b saman við Bayen, sum í kvøld víst stóra styrki í Beograd. Serliga ein glóheitur Robert Lewandowski. Póllendski áleyparin vísti aftur sínar dygdir við fýra málum uppá eitt korter.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Støðan:

Bayern Munchen 15 *
Tottenham 10 *
Reyða Stjørna 3
Olympiakos 1

*Víðari


Bólkur C:

Manchester City - Shakhtar 1-1 (0-0)
Atalanta - Dinamo Zagreb 2-0 (1-0)

Uttan at "gera alt ov nógv av" komu ensku meistaranir víðari í kvøld. Shakthar fekk eisini eitt gott stig bruturúr dystinum, og nú stendur ein sera spennandi avgerð fyri framman í Ukreina um 2. plássið, har Atalanta skal vinna.  

Støðan:

Manchester City 11 *
Shakhtar Donetsk 6
Dinamo Zagreb 5
Atalanta 4

*Víðari


Bólkur D:

Lokomotiv Moskva - Leverkusen 0-2 (0-1)
Juventus - Atletico Madrid 1-0 (1-0)

Tað var ikki Cristiano Ronaldo, sum, sum vanligt gjørdi av við Atletico Madrid. Tað var Pablo Dybala við einum frálíkum beinleiðis frísparki úr spískum. Argentinski leikarin hevur veruliga víst sítt virði í kappingini í ár, og Juventus er víðari sum eitt'ari. Leverkusen bjóðar Atletico av um 2. plássið heilt fra til seinasta leikdag, sum verður um 15 dagar. 

[object Object]
(Dybala var munurin í Torino í kvøld - Mynd: EPA)

Støðan:

Juventus 13 *
Atletico Madrid 7
Bayer Leverkusen 6
Lokomotiv Moskva 3

*Víðari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder