
Mótstøðuliðið hjá KÍ í øðrum umfari av Europa League er Zalgiris úr Litava.
Liðið skuldi koma við SAS í dag, men men mjørki í Vágum gjørdi, at SAS avlýsti sína ferð til Føroya. Sostatt er stórt ivamál um dystin, sum er settur at vera í Gundadali klokkan 17 í morgin.
Norðlýsið skilir frá keldum, at dysturin helst verður seinkaður.
Ætlanin er at flyta dystin millum KÍ og Zalgiris til mikukvøldið klokkan 19, og yvir á Tórsvøll. Orsøkin til, at dysturin møguliga verður fluttur yvir á Tórsvøll er, at dystir sambært reglugerð ikki kunnu spælast á sama vølli dag um dag. Tí kann Svangaskarð heldur ikki brúkast, tí Víkingur spælir har týskvøldið.
Enn er hetta ikki váttað, og fundur verður í kvøld millum UEFA og feløgini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald