Fótbóltur

Myndir: Fegnir KÍ'arar í gulli og gleimi

KÍ vann 4-2 við nógvum fegnum norðoyingum kring vøllin. Aftaná fingu teir á ósigraða liðnum steyp og gull - NSÍ fekk bronsuheiðursmerki handað..

Árni Frederiksberg legði upp til tvey mál í sigrinum hjá KÍ og setti harvið met í málstigum (mál + upplegg) við 34. Harvið kundi vandamkili vongurn fyri fjórðu ferð uppá fimm ár lyfta FM-steypið - hesaferð á sínum gamla heimavølli (Mynd: Jens. Kr Vang)

Árni Frederiksberg legði upp til tvey mál í sigrinum hjá KÍ og setti harvið met í málstigum (mál + upplegg) við 34. Harvið kundi vandamkili vongurn fyri fjórðu ferð uppá fimm ár lyfta FM-steypið - hesaferð á sínum gamla heimavølli (Mynd: Jens. Kr Vang)

2025-10-25 18:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyameistararnir settu punktum við manér við triðja sigrinum av trimum móti NSÍ. Júst sigrarnir á NSÍ í mai vórðu týðandi - síðani hevur KÍ koyrt fjórða FM uppá seinastu fimm árini í hús. Liðið hjá Magnusi Powell var ósigrað, eins og KÍ  var í 2022. Í mun til tá, skal KÍ royna at tryggja sær greipuna við steypafinalusigri á Víkingi fríggjakvøldið.

Hoyr prát við fegnar KÍ'arar, sum Pætur Nolsøe gjørdi við Løkin, her

Sí eisini: KÍ lyfti FM-steypið fyri fjórðu ferð uppá fimm ár

NSÍ-kappingarárið sá leingi gott út, og hetta var eisini besta endastøðan og tal av stigum síðani 2020 - tá var tað 2. pláss og 63 stig. Tað eydnaðist tó ikki at av álvara kappast um FM út á árið, og okkurt annað skal tlil næsta ár, hóast nógv hevur verið gott, staðfesta proflar

Sí myndirnar, sum Jens Kr. Vang tók í Runavík, niðanfyri.

Betrideildin menn, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 25. oktober

NSÍ – KÍ 4-2 (1-3)
13' René Shaki Joensen 0-1
16' Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg)
36' Aron Knudsen 1-2
45 (+1)' Filip Brattbakk (Árni Frederiksberg) 1-3
56' Filip Brattbakk (Mads Boe Mikkelsen) 1-4
70' Daniel Obbekjær (Aron Knudsen) 2-4 

Meira um dystin her

Hini úrslitini:
07 Vestur – EB/Streymur 3-3 (1-2) 
B36 – FC Suðuroy 2-0 (1-0) 
TB – B68 1-1 (0-0)
Víkingur – HB 0-2 (0-1)

Endaliga støðan í Betrideildin:

[object Object]




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder