Fótbóltur

KÍ lyftir FM-steypið fyri fjórðu ferð uppá fimm ár

Eins og í 2023, 2022 og 2021 verður KÍ heiðrað á seinasta leikdegi, og eins og hesi árini hava bæði menn og kvinnur í kongabláum gull um hálsin á heysti. Steypið verður handað í Runavík, og heiðursløta verður á Djúpumýru í kvøld.

KÍ føroyameistari sum ósigrað, við metstigum og met fáum málum í 2022. Um KÍ fær stig í Runavík, áðrenn Jákup Biskopstø Andreasen skal lyfta steypið, so verður liðið eisini ósigrað í landskappingini 2025 (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

KÍ føroyameistari sum ósigrað, við metstigum og met fáum málum í 2022. Um KÍ fær stig í Runavík, áðrenn Jákup Biskopstø Andreasen skal lyfta steypið, so verður liðið eisini ósigrað í landskappingini 2025 (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2025-10-25 10:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið nærum ein vani hjá Jákupi Bskopstø Andreasen at lyfta FM-steypið, síðani hann í 2019 fekk liðskiparabandið hjá besta mansliðnum hjá KÍ. Í dag verður fimtu ferð síðani 2019, at brekkumaðurin og drúgvi miðvallarin lyftir steypið.

Í fjør var KÍ uttan hann, og umframt aðrar skaðar og onnur viðrskifti í felag, so merktiskt hetta væl. Víkingur var drúgvari og breyt KÍ-sigursrøðina við at vinna heili 73 stig. Annars kundi KÍ í ár javnað egið FM-met á manssíðuni, sum tiltikna 66-liðið setti við at vinna fimm FM heiti á rað: Frá 1966 til og við 1970, og so aftur í 1972.

Jákup Biskopstø Andreasen er ein av teimum fáu lokalu leikarunum á KÍ-liðnum. Hann, Jóannes Kalsø Danielsen, Páll Andrasson Klettskarð, Jonn Johannesen og Deni Pavlovic, umframt málmansvenjarin Geza Tamas Turi, hava verið vð øll fimm FM-árni í nýggjari tíð.

[object Object]
Tá KÍ í 2019 gjørdist føroyameistari við 3-0 sigri á B36 - eftir FM-turk í tjúgu ár. Í 2020 vann HB FM, men síðani hevur bert Víkingur fingið bjóðað KÍ av (Mynd: Jens Kr. Vang) 

Síðani 2021 hava Árni Frederiksberg, Odmar Færø og Claes Phillip Kronberg vunnið fýra FM, umframt at Dávid Biskopstø Andreasen hevur verið við til øll. Serliga fyrstnevndi og miðverjin hava verið við at lyft KÍ á eitt hægri stig í Føroyum og í evropeiskum dystum, og royndi danin hevur eisini verið trúfastur og týðandi.

Fyri Odmar Færø er hetta FM nummar sjey - sum bolt.fo skrivar, so er hetta mest av virknum spælarum, og nú "jagstar" skjótt 36-ára gamli verjuspælarin nakrar av KÍ-liðunum í 1950'unum, 1960'unum og 1970'unum (Steinbjørn Jacobsen, Magnus Kjælnes og Jógvan Jacobsen, ið hava vunnið flest FM við níggju)

[object Object]Seinast KÍ og Odmar Færø lyftu FM-steypið var undir Magna Hoseth í 2023 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Aðrir spælarar hava verið við til fleiri FM-heiti. Hetta er tað fyrsta undir Magnusi Powell, og hóast tað var tíðliga, so hevur tað ikki verið stórur ivi síðani sigrarnir á NSÍ í mai. Um KÍ eisini vinnur - ella spælir javnt - móti NSÍ seinnapartin, so er liðið farið ósigrað gjøgnum landskappingina.

Soleiðis var eisini í 2022. Tá javnaði KÍ bert tveir dystir og setti stigametið við 77 stigum av 81 møguligum, umframt met fyri mál latin inn í 27 umførum (7). Nú kann KÍ røkka næstbesta talinum av stgum (73).

KÍ kann eisini vinna greipuna fyri fyrstu ferð á manssíðuni síðani 1999, um tað eydnast at koppa Víkingi á Tórsvølli fríggjakvøldið.

Hvussu víkir og vendir, so lyfta Jákup Andreasen og hinir aftur FM-steypið eftr dystin - favorttarnir hava gjørt sítt. Hetta er fjórðu ferð uppá fimm ár, og øll hesi árini (2021-2023 og 2025) hava bæði menninir og kvinnurarnar í Klaksvík vunnið føroyameistaraheitið. Soleiðis var eisini í 2019 - tá vann næstbesta mansliðið hjá KÍ eisini 1. deild, men í ár endaði tað við niðurflyting til 2. deild.

Kvinnurnar fingu sítt 24. FM í hús fyrr í mánaðinum. Heimasíðan hjá KÍ skrivar fyrrapartin, at hetta av álvara verður hátíðarhildið við Djúpumýru í kvøld.

KÍ fær steyp og gullkrónur handað við Løkin eftir dystin, sum byrjar klokkan 14.30. Pætur Nolsøe verður til staðar, hevur dagføringar á FM1 og ger  síðani samrøður við føroyameistarar - vit hava eisini myndir frá steypahandanini.

Sí eisini: FM1 sigur frá fleiri dystum í síðsta umfari


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder