Fótbóltur

Kann gerast avgerandi dagur í 1.deild

B68 kann missa møguleikan at flyta upp, og Skála og B71 kunnu tryggja sær pláss í deildini til næsta ár.

Toftamenn og klaksvíkingar stríðast um pláss í topp-trý 
(Mynd: Olivur Joensen/Norðlýsið)

Toftamenn og klaksvíkingar stríðast um pláss í topp-trý (Mynd: Olivur Joensen/Norðlýsið)

2018-10-20 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstseinasta umfar í næstbestu deildini hjá monnum verður leikt seinnapartin. Allir dystirnir byrja klokkan 15.00.

26.umfar:
NSÍ - HB
B68 - B71
KÍ - TB/FCS/Royn
ÍF - Giza Hoyvík
Skála -
Víkingur


ÍF vann deildina í 25.umfarið, men stórur spenningur er framvegis í oddinum, eftir at B68 í seinasta umfarið vann í Klaksvík. Toftamenn kunnu, við at enda í topp-trý, tryggja sær uppflyting til Betri-deildin.

B68 skal framvið KÍ ella NSÍ. Í dag eru øll hesi liðini favorittar á heimavølli. KÍ spælir ímóti TB/FCS/Royn, ið er botnproppur og er flutt niður. NSÍ tekur ímóti HB, ið einki hevur at spæla fyri. Tað er eitt trýst á B68, ið er eitt stig aftanfyri klaksvíkingar og runavíkingar. Um B68 missir stig í dag móti sandoyingum, ið royna at tryggja sær sætið í deildini, og KÍ og NSÍ vinna sínar dystir, so er realistiski møguleikin hjá toftamonnum burtur.

Giza Hoyvík skal vinna í Fuglafirði í dag. Hetta er ein sera trupul uppgáva hjá liðnum, ið tapti týðandi dystin á Skála seinast. Skálamenn kunnu á heimavølli í dag avgera sína lagnu.

Støðan í 1.deild:

 
1
 
25
19
3
3
85
35
+50
60
2
 
25
15
4
6
76
34
+42
49
3
 
25
15
4
6
59
30
+29
49
4
 
25
15
3
7
57
34
+23
48
5
 
25
11
3
11
41
43
-2
36
6
 
25
8
5
12
44
39
+5
29
7
 
25
8
4
13
40
55
-15
28
8
 
25
9
1
15
43
61
-18
28
9
 
25
6
5
14
32
45
-13
23
10
 
25
1
4
20
16
117
-101
7

(Kelda: FaroeSoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder