Hondbóltur

Kann gerast ein stórur og søguligur sunnudagur

Føroyska manslandsliðið kann taka fetið inn í eitt endaspæl við at fáa stig í Eysturríki í kvøld. Møguliga verða tað onnur úrslit, ið hjálpa evnaríka liðnum.

Handballhalle Bregenz verður karmur um ógvuliga týðandi dystin hjá føroyska manslandsliðnum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Handballhalle Bregenz verður karmur um ógvuliga týðandi dystin hjá føroyska manslandsliðnum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-30 09:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bregenz, Eysturríki (Portalurin) - EM 2024. Tað hevur verið eitt slag av máli hjá Hondbóltssambandinum, og nú er tað ikki so langt vekk. Hóast uppgávan a útivølli er torfør, og oddaliðið í bólkinum hevur stórleikarar sum Nikola Bilyk úr THW Kiel, so ber tað til at tryggja plássið við egnum mátti. Møguliga skulu vit hyggja eftir øðrum úrslitum millum klokkan 18 og 19 i kvøld - tey roknistykkini síggja beint nú gott út, men føroyska liðið skal bara hugsavna seg um vinna, og tað ger tað eisini.

Sí eisini: Soleiðis koma Føroyar til EM 

Eysturríki hevur á pappírinum einki at spæla fyri - okkara hava alt at vinna. Vertirnir í Bregenz hava vunnið bólkin og skulu til endaspælið í grannalandinum í januar. Fyri at Føroyar skulu greiða setningin, skal verjuspælið aftur rigga hesuferð, og stórspælararnir hjá teimum skulu steðgast. Hetta løgdu Peter Bredsdorff-Larsen og Kjartan Johansen dent á eftir stuttu venjingina í gjárkvøldið.

Sí eisini: 
Myndir: Føroyingarnir fingu flutt seg í dystarhøllini
Peter Bredsdorff-Larsen: - Skulu royna at spæla ein uppaftur betri verjudyst
Kjartan Johansen: - Vóna at gera hetta til ein søguligan dyst

[object Object]

Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki við seinast móti Eysturríki, tá munurin var tvey mál (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Allarseinasta hond verður løgd á fyrireikingarnar á gistingarhúsinum næstu tímarnar, men eftir longu ferðina í gjár, snýr tað seg meira um at løða battaríini enn djúpar taktiskar fyrireikingar. Liðið tykist at vita, hvat skal til, og tykist væl fyrireika uppá hvat Eysturríki kemur við, og hvørjir lyklarnir verða í kvøld.

Tá liðini hittust í Høllini á Hálsi í oktober, vóru bert tvey mál á muni. Tá var 17-ára gamli Óli Mittún í essinum, og Føroyar trýstu favorittarnir. Elias Ellefsen á Skipagøtu var úti við skaða, og kann hann gerast ógvuliga týdningarmikil í kvøld. Samanlgt krevst eitt sterkt liðavrik fyri at vinna fyrsta undankappingardyst nakrantíð.

Les eisini: Hákun: - Deiligt at vera leingi í Føroyum hava fingið fleiri upplivingar

Fyrsta bríksl í Bregenz verður klokkan 17 føroyska tíð. Vit hava ymiskt tilfar eftir dystin. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Eysturríki.

EM-undankappingarbólkur 4 -  6. og seinasta umfar
30. apríl, Handballhalle Bregenz
17.00: Eysturríki - Føroyar 

17.00: Ukraina - Rumenia (Spældur í Týsklandi)

Støðan í bólkinum áðrenn síðsta umfar:
Eysturríki 10 stig 
Rumenia 4 stig
Føroyar 4 stig *
Ukraina 2 stig

*Fýra teir bestu trý'arnir koma, eins og nummar eitt og tvey, víðari til EM-endaspælið. Føroyar er í løtuni tann besti trý'arin av teimum átta.

[object Object]
Trý'ara-roknistykki - øll hesi liðini hava tungar útidystir á skránni í kvøld (Kelda: EHF )

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder