
Bregenz, Eysturríki (Portalurin) - Klokkan nærkaðist níggju lokala tíð, tá grøni innandurabólturin kom fram í Handballhalle Bregenz, og føroyski A-landsliðshópurin fór at spæla stuttan fótbóltdyst. Tað snúði seg um at hita eitt sindur upp, at menninir fingu flutt seg nakað, so túrurin so smátt, og so eisini at vinna: Eins og í undanfarnu venjingum vunnu teir eldru greitt, og teir kunnu harvið prika teir yngri uppaftur meira um hetta.
Eftir hetta var tað meira upphitingsspæl – hesaferð við einum hondbólti – áðrenn málverjarnir skuldu hitast upp, og útispælararnir fóru at skjóta eitt sindur. At enda hevði Peter Bredsdorff-Larsen eina taktiska gjøgnumgongd, har tað serliga varð arbeitt við verjuspælinum.
Hjá Føroyum snýr tað seg um at royna at fáa stig her í Eysturríki. So er atgongumerki til EM-endaspælið tryggjað. Um tað ikki eydnast, skulu okkara vóna at úrslitini í millum annað hinum dystinum í bólkinum fella til okkara fyrimun.
Sí eisini:
Soleiðis koma Føroyar til EM
Endiliga komnir uppá pláss í Eysturríki
Hákun: - Deiligt at vera leingi í Føroyum - hava fingið fleiri upplivingar
-
Lars Porskær Møller, hjálparvenjari, hitar upp við hópinum
-
Handball-Arena í Bregenz rúmar 1600 áskoðarum
-
Vilhelm Poulsen
-
Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh
-
Elias Ellefsen á Skipagøtu
-
Pætur Mikkjalsson
-
Nicholas Satchwell og Tróndur Mikkelsen
-
Hákun West av Teigum
-
Jónas Gunnarsson Djurhuus
-
Kjartan Johansen
-
Peter Krogh
-
Teis Horn Rasmussen og Elias Ellefsen á Skipagøtu
-
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pætur Mikkjalsson
-
Sjúrður Hildarson Hoydal, FM1
-
Sára Jógvansdóttir, KvF
-
Kenneth Jørgensen, KvF
-
Landsliðsvenjarin Peter Bredsdroff-Larsen
-
Elias Ellefsen á Skipagøtu
-
Leivur Mortensen, Óli Mittún og Pauli Mittún. Tróndur Mikkelsen við rygginum til

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald