Bert ein fjórðingur av japanarum heldur, at Olympisku Leikirnir skulu haldast í Tokyo komandi ár.
Tað vísir ein meiningakanning, sum miðilin Kyodo News hevur gjørt.
Upprunaliga skuldi OL vera í ár, men orsakað av koronafarsóttini, varð avgerð í vár tikin um at útseta tað í eitt ár.
Í kanningini svaraðu 23,9 prosent, at tey tóku undir við at halda OL sum ætlað.
Fleiri enn 70 prosent søgdu harafturímóti, at OL antin átti at verið útsett enn einaferð ella fullkomiliga avlýst. Tey halda ikki, at mann hevur fingið tamarhald á koronafarsóttini áðrenn 23. juli 2021, tá tað eftir ætlan skal byrja.
Forsetin í IOC, Thomas Back, hevur tó boðað frá, at OL í Tokyo verður droppað, um korona eisini forðar teimum í at halda tað komandi ár.
Tað ber ikki til, á hvørjum ári, at broyta allan ítróttakalendaran hjá øllum teimum stóru sambondunum í heiminum, og mann kann ikki halda á at lata ítróttafólk ganga runt í óvissu, sigur hann sambært Ritzau.
Hesum tekur japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, undir við.
Ein onnur meiningakanning hjá japanska blaðnum Asahi Shimbum vísir, at 33 prosent taka undir við at hava OL næsta summar, meðan 61 prosent heldur vilja avlýsa ella útseta OL enn einaferð.
Í øllum heiminum hava fleiri enn 14,6 mió. fólk fingið staðfest koronasmittuna, og 609.000 eru deyð, vísir uppgerð hjá Worldometers.info. Japan hevur skrásett 24.642 smittutilburðir og 985 andlát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald