Um ein mánað, sunnudagin 8. mars, verður hol sett á landskappingina hjá monnum. Leikskráin er nú endaliga staðfest, og í 1. umfari er tað serliga áhugavert, at liðini ið spældu um FM á seinasta leikdegi í fjør hittast, tá B36 vitjar við Djúpumýru í Klaksvík.
1. umfar: 
AB - TB, 
Víkingur - ÍF
 EB/Streymur - HB
NSÍ og Skála
KÍ - B36
Síðsti dystur áðrenn summarsteðgin verður 28. juni. Fyrstu tveir dystirnir, ið standa á skrá eftir steðgin, eru 19. juli. Ein av teimum er NSÍ - HB. Saman við B36 skulu hesi liðini umboða føroyskan fótbólt í Europa League í summar. KÍ skal spæla í Champions League.
Á ólavsøku eru sum vant tveir dystir. Eins og í fjør vitjar Víkingur í Gundadali ólavsøkuaftan - hesaferð tekur HB ímóti. B36 tekur ímóti ÍF ólavsøkudag. 
Betri Deildin hjá monnum endar leygardagin 31. oktober: 
B36 - AB
 NSÍ - Víkingur
KÍ - HB
EB/Streymur - TB 
Skála - ÍF.
Leikskráin fyri Betri Deildina 2020 hjá monnum sæst her
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald