FC Fredericia hevur selt Valdemar Birksø til norsku steypavinnararnir Fredrikstad. Hesum boðaði danska felagið frá fyrrapartin.
23-ára gamli danski málverjin tók yvir fyri Mattias Lamhauge sum fyrsti málverji, tá havnarmaðurin gjørdist skaddur í arminum fyrst í august.
Birksø fekk sjálvur álvarsaman skaða umleið eitt ár frammanundan, tá hann var útleigaður til Fredericia úr FC Midtjylland.
Á sumri 2024 keypti Fredericia unga málverjan leysan, og eins og undir leiguuppihaldinum, stóð hann seg væl í næstbestu donsku deildini, tá møguleikin kom. So væl at føroyski landsliðsmálverjin ikki er sloppin framat aftur.
Mattias Lamhauge spældi fast frá tí hann kom til Fredericia úr B36 seinasta vetur. Skaðar hava tó lagt meinbogar í vegin í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hóast Fredrikstad hevur keypt Valdemar Birksø, so merkir tað ikki, at Mattias Lamhauge "sleppur undan honum". Norska felagið hevur beinanvegin leigað málverjan út aftur til Fredricia, sum stríðist fyri at koma upp í Superliguna.
Fredrikstad hevur ógvuliga dugnaliga danan Jonathan Fischer - ársins málverja í Noreg í 2024. Roknað verður ikki við at hann spælir í Noreg leingi afturat, og Birksø verður sæddur sum ein møguligur framtíðar avloysari.
Hann hevr gjørt fimm-ára sáttmála við steypavinnararnir og verður endaliga liðfelagi við Jóannes Bjartalíð í summar.
So er spurningurin, um Fredricia fer at satsa uppá sín føroyska málverja. Nú vetrarsteðgur er, liggur Fredericia á 2. plássi í næstbestu donsku deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald