Tað einasta Betrideildarliðið, ið ikki varð nevnt í innganginum, er Skála. Uppflytararnir liggja í løtuni eitt sindur í ongamannalandi: Nakað frá botnstríðnum men eisini nakað frá evropeiska stríðnum.
Støðan Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 27 stig
2. HB 27 stig
3. KÍ 21 stig *
4. NSÍ 18 stig
5. B36 14 stig
6. 07 Vestur 14 stig
7. Skála 10 stig *
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 3 stig
10. ÍF 3 stig
* Ein dyst færri
Spurningurin er so, hvønn veg tað ber hjá Skála, ið stóð seg væl seinasta triðingin. Eftir dystirnar í gjár er greitt, at 07 Vestur kann veruliga hyggja uppeftir aftur, at EB/Streymur er nakað kroyst hóast góð avrik, og at niðurflytingarstrikan ikki flytir seg nakað serligt í løtuni: ÍF og B68 vinna ikki fótbóltsdystir.
Les meira: ÍF og B68 hava framvegis ikki vunnið
Tað ger EB/Streymur næstan heldur ikki. Av teimum 49 dystunum higartil í Betrideildini hava trý tey niðastu liðini vunnið ein dyst samanlagt (EB/Streymur - ÍF 5-0) Harvið stendur Skála, ið hevur vunnið á øllum teimum niðastu liðunum, væl. Tað er kanska ikki móti KÍ í kvøld, at stigini skulu koma, men teir appelsinlittu kunnu næstu tíðina veruliga staðfesta seg sum eitt lið, sum ikki er partur av niðurflytingarstríðnum.
Júst KÍ noyðist at vinna hvørja ferð fyri at bara hanga í HB og Víkingi, sum støðan er nú. Harvið er ein sigur á Skála í kvøld eitt krav. Tað hjálpti KÍ ógvuliga væl at vinna á Víkingi í 9. umfari. Annars hevur Víkingur, eins og HB, vunnið 9 av tíggju dystum, og lagt er upp til tætt FM-stríð.
KÍ syrgdi fyri níggjum døgum síðani fyri, at Víkingur ikki vann níggju dystir á rað. Frástøðan verður harvið ikki so stór, um KÍ sum vinnur á Skála í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað er NSÍ, ið hevur fyrimunin í evropeiska stríðnum. Uppflytararnir eru væl við í øllum dystum. 07 Vestur hevur ikki avrikað væl í seinastuni men kom aftur á sigurkós í gjár, tá EB/Streymur vitjaði. Málið, sambært venjaranum, er at íhvussu er bjóðað av um evropeiskt pláss.
B36 hevði sett sær hægri mál, men heili 13 stig eru upp til 1. plássið nú. Dan Brimsvík og hansara menn noyðast í øllum førum at koma út í Evropa aftur - higartil hevur kappingarárið als ikki verið nøktandi.
Stórur munur millum grannarnar á stigatavuni. Áðrenn kappingarárið varð annars meira væntað av B36 (Mynd: Sverri Egholm)
10. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í gjár, mánadagin 20. mai
HB - B36 2-1 (1-0)
43' Mikkel Dahl 1-0
51' Marius Kryger Lindh (Bjarki Nielsen) 1-1
69' Viljormur Davidsen 2-1
Uppstillingar, tøl og annað her
Víkingur - NSÍ 2-0 (0-0)
90 (+2)' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 1-0
90 (+7)' Martin Klein Joensen (Signar á Brúnni) 2-0
Reytt kort: Dion Splidt (66' - seinna gula)
Uppstillingar, tøl og annað her
Les eisini: HB og Víkingur halda fram við FM-kapprenningini
ÍF - B68 2-2 (1-2)
15' Brian Jakobsen (Fríði í Túni Petersen) 0-1
40' Elvio Gelmini (Gundur Petersen) 1-1
45' Brian Jakobsen (Áki Johannesen) 1-2
90 (+4) Elvio Gelmini (Jhon Mena) 2-2
Les meira: ÍF og B68 hava framvegis ikki vunnið
Reytt kort:Villiam Emil Klein (84' - seinna gula)
Uppstillingar, tøl og annað her
07 Vestur - EB/Streymur 2-0 (0-0)
56' Emil Grønn Pedersen (Julian Mouritsen) 1-0
90 (+1)' Magnus Isager (Emil Grønn Pedersen) 2-0
Uppstillingar, tøl og annað her
Í dag, týsdagin 21. mai
19.00: Skála - KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald