Seinnapartin í dag skuldi FM-kappríðing og kappríðing í sambandi við Føroyaleikir vera á flúgvarabedingini í Vágum, men vegna nógva regnið seinastu dagarnar hevur nevndin í Vága Ríðingarfelag avgjørt at útseta hetta til týskvøldið.
– Nevndin hevur kannað breytina nú fyrrapartin og meta at hon er ikki nóg trygg at kappast á, skrivar Ríðisamband Føroya í tíðindaskrivi.
Ríðisambandið sigur, at nevndin harmast um avgerðina, tí mann veit, at hon fer at ávirka summi reiðfólk, sum skulu av landinum áðrenn týskvøldið.
Men mett verður ikki, at breytin er nóg trygg í dag, og er tað trygdin, sum skal raðfestasts hægst, og kunnu tey, sum fara av landinum fáa onnur at ríða fyri seg, verður sagt.
Ríðingin í dag er, sum áður nevnt, útsett til týskvøldið, og tað verður klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald