Klaksvíkar Róðrarfelag hevur vunnið eina rúgvu av steypum, og serliga seinastu árini hevur felagið vunnið nógv í ymiskum bátastøddunum.
Umstøðurnar hava tó ikki verið nøktandi seinastu árini, og arbeitt hevur verið við verkætlan við nýggjum neysti í nógv ár. Byggisáttmáli var undirskrivaður í september 2020 millum Klaksvíkar kommunu og Kanjon, og sjey milliónir vórðu settar av til verkætlanina tá.
Les eisini: Nýtt kappróðrarneyst í Klaksvik verður nú veruleiki
Fyri jól varð gamla neystið tikið niður, og nógv varð flutt yvir í nýggja neystið, sum er heilt stutt frá, har gamla neystið var.
Her sæst økið, har gamla neystið var, og tað nýggja er
Mongu rógvararnir í felagnum eru farnir í gongd í nýggju hølunum (Myndir: Klaksvíkar Róðrarfelag)
Í dag, mikudagin 25. januar klokkan 16.00 verður móttøka í neystinum, sum er við Biskopstorg, í samband við, at nýggja kappróðrarneystið verður tikið alment í nýtslu. Rógvararnir eru tó farnir í gongd at nýta mongu maskinurnar og hinar útgerðina í snotiliga húsinum.
Klaksvíkar kommuna boðar frá, at Karl Johansen, borgarstjóri, Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini og umboð fyri Klaksvíkar Róðrarfelag. Eisini er tónleikur á skránni og okkurt lætt ábit á fáa.
Myndir: klaksvik.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald