2026-06-19 16:57
Leygardagin verður triði FM-róður í summar, hesa ferð á jóansøku í Vági.
Nógv fólk ætla sær ivaleyst suður til Vágs at halda jóansøku, men tey, sum ikki kunnu fara suður, hava nú møguleikan at síggja kappróðurin beinleiðis á stórskíggja við Trappuna í Vágsbotni, sigur Tórshavnar kommuna.
Spenningur hevur verið á tveimum teimum fyrstu FM-stevnunum, har Havnarbáturin og Ormurin Langi hava vunnið hvør sín róður.
Í sambandi við, at kappróður verður vístur, verða vegirnir til og úr Vágsbotni stongdir millum 14.30 til 18.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald