Kappróður

Kappróðrarbátur koppaði: Manningin fær kreppuhjálp

Manningin á seksmannafarinum Sjóherja varð fingin upp í øllum góðum, og fingin inn á Luna. Har fáa kvinnurnar kreppuhjálp í boði.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-16 15:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ein feilur á startinum á vestanstevnu seinnapartin tá kappróðurin skuldi byrja klokkan 15. Seksmannafør kvinnur masters skuldu leggja fyri. Starturin var slakkur og hann varð strammaður upp, lá Sjóherji omaná.

Báturin koppar og manningin fór fyri borð.

- Allar kvinnurnar vórðu fingnar upp í ein bát, og eru nú inni á Luna og hava fingið eitt gott brúsubað, upplýsti Magnus Debes Madsen, máldómari, fyi útvarpinum fyri løtu síani.

Róðrarsambandið tekur sær av kvinnunum, og tær fáa kreppuhjálp um tað er brúk fyri tí.

Tað verður ikki mett ráðiligt at hava mastersróðurin í dag.

FM-róðurin er útsettur ein tíma, og byrjað verður aftur kl. 16:20.

(Grein dagførd kl. 15:38 við útsøgnum frá máldómara)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder