Fótbóltur

Kára Sigurðsson hevur skrivað undir sáttmála við FC Nordsjælland

16-ára klaksvíkskvinnan hevur verið í felagnum í eitt ár sum akademispælari. Fyrsta málið er at spæla seg á besta liði í FCN og síðani at taka fetið víðari - møguliga til Onglands ella Spania.

2025-08-27 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av evnaríku ungu føroysku spælarunum hevur nú skrivað undir sáttmála við felagið, sum hevur helst bestu ungdómsdeild í Danmark - serliga á gentusíðuni.

Kára Sigurðsson kom til FC Nordsjælland fyri einum ári sínum. Har hevur klaksvíkskvinnan verið akademispælari. Nú er samstarvið formligt, og sambært Kringvarpinum er talan um ein trý ára-sáttmála.

- FC Nordsjælland satsar nógv uppá gentu- og kvinnufótbólt, og hevur eitt sera gott akademi. U14-genturnar blivu vist nokk eisini meistarar, meðan besta kvinnuliðið bleiv silvurvinnari í bæði DM og steypakappingini," greiðir Kára Sigurðsson KVF frá.

Sjálv gjørdist hon danskur meistari við bæði U16- og U19-gentuliðunum hjá felagnum.

[object Object]Mynd: fcn.dk

Nú kann Kára framhaldandi hugsavna seg um at menna seg. Við KVF og fcn.dk sigur føroyski spælarin, at hon trívist væl í felagnum og nú skal menna seg víðari. Fyrsta fetið er at spæla seg á besta liði hjá FCN - stóra málið er tó at koma víðari út í heim. Arsenal ella Barcelona eru dreymurin, og er tað veruliekakent, heldur Kára fyri, tá KVF vitjar hana í Klaksvík.

Áleyparin er uppvaksin í KÍ, og øll tey fyrstu árini vandi og spældi Kára Sigurðsson saman við dreingjaspælarum. Hon hevur víst sínar dygdir á U-landsliðnum og var við til EM-endaspælið fyrr í ár.

Kára hevur longu spælt fyrstu minuttirnar á besta kvinnuliðnum í Norðursælandi, og felagið skrivar, at hon hóskar perfekt til felagið: 

- Kára er ein nýmótans áleypari við einum einum góðum máltevi, og við hennara dribbluevnum og orkufulla leikhátti hóskar hon perfekt til leikháttin hjá FCN.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder