Karl Vidtfeldt varð í dag hátíðarhildin í sambandi við, at tað eru 50 ár síðani hann fyrstu ferð gjørdist formaður í B71.
B71 skrivar:
Fyri at seta tingini í perspektiv, so hildu vit fyri fáum árum síðani 50 ára føðingardag fyri øllum felagnum B71, men í dag, nýggjársdag, var tað hinvegin ein merkisdagur afturat, tá sandoyingar valdu, Karl, til formann felagsins á fyrsta sinnið, bert 15 ára gamal, fyri hálvthundra árum síðani!
Í dag kl. 14 skipaðu vit fyri skrúðgongu frá skúlanum og oman í Búðina, at heilsa uppá formannin, ið sostatt hevur 50 ár á bakið, sum formaður og í nevnd, hóast tað skal sigast at tað ikki er í einum strekki, men í fleiri umførum.
Hesi 50 árini er tað ógvuliga ymiskt hvar Føroya fólk kennir Karl frá, ið hevur havt nógvar ymsar hattar millum ár og dag, bæði í ítrótti, leikandi og í nevnd hjá B71 og FSF, men eisini í dansi, sum eykapolitist, bilsmið og vinnurekandi.
Blíðskapurin var, sum vant óførur í Vidtfeldt húsarhaldinum og vit sum bara ætlaðu okkum at standa í túninum blivu beinavegin stýrd innar í stovuna, har vit róptu trýfalt hurrá, sungu B71 sangin, røddu og handaðu gávu, áðrenn vit drukku ein kaffimunn, enn einaferð í góða felagsskapinum, hesu ferð inni hjá Karl sjálvum.
Afturat Karl, so vilja vit takka baklandinum hjá Karl, Onnu Sofíu og allari familjuni fyri langa lánstíð, har tey eisini hava verið noydd at vera ein virkin partur av felagsskapinum alla hesa tíð
At vera partur av B71, og einhvørjum felagsskapi er hjá eldsálunum ikki eitt ítriv, men meiri at kalla ein lívsstílur og tá er alneyðugt at hava røttu fólkini rundanum seg eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald