Fótbóltur

Katar vann Asian Cup á fyrsta sinni

Vertirnir til HM endaspælið í 2022 basti Japan í finaluni um asiatiska meistaraheiti.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-02-02 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Asiatiska meistaraheiti varð avgjørt í gjár. Seinasta mánaðin hevur tað verið spælt í Sameindu arabisku emiratunum, og fyri fyrstu ferð luttóku 24 lond í endaspælinum. 

Vertirnir slóu Avstralia út í kvartfinaluni men noyddust at lúta fyri Katar í hálvfinaluni. Katar hevði bast Suður Korea í kvartfinaluni og onki mál latið inn á vegnum til finaluna. Japan hevði einki mál latið inn í knock-out umfarinum. 

Japan hevur vunnið heitið fýra ferðir, og hetta er met. Japanska liðið var eisini favorittur á Zayed Sports City leikvøllinum í Abu Dhabi. Men Katar vildi tað ørvísi. Almoez Ali legði Katar á odda við frálíkum saksasparki í 12.minuttir. Ali gjørdist toppskjútti í kappingini við níggju málum og javnaði harvið metið hjá Ali Daei frá 1996. Ali var eisini valdur til besta leikara í kappingini. 

Katar økti eitt korter seinni. Í 2. hálvleiki minkaði Japan um munin, men átta minuttir fyri tíð fekk Katar brotsspark, ið var umsett til mál, og harvið kundi liðið fegnast um fyrsta stóra altjóða heiti nakrantíð. Tað bar tó ikki til at fegnast saman við nógvum landsmonnum, tí áskoðarar úr Katar kundu ikki koma inn í landið, tí stríð er ímillum londini. 

Hetta var eitt sera gott tekin hjá Katar undan HM í 2022, ið landið er vertur fyri. Katar fær eisini møguleikan at luttaka í Copa America, sum verður leikt í summar,  saman við hinum finalistunum Japan. Bæði vórðu bjóðaði sum gestaluttakarar í fjør. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder