A- landsliðið við kvinnum hevur tvær stórar uppgávur á skránni seinni í mánaðinum Fyrst tekur Ukraina ímóti í Kiev 21. oktober, og fimm dagar seinni, 26. oktober, verður ársins seinasti landsdystur á Tórsvølli, tá Ungarn vitjar.
Hópurin varð úttikin og kunngjørdur í síðstu viku, og har var Jacoba Langgaard á listanum, sum ein av teimum sum var við aftur.
Men eins og til dystirnar móti Spania og Skotlandi í síðsta mánaða noyðist royndi miðvallarin at geva avboð
Jacoba Langaard í dysti móti Wales (Mynd: Sverri Egholm)
Í hennara stað hevur Lene Terp boðsent Katrinu Sjóvará, sum dagliga er liðfelagi við júst Jacobu Langgaard í B36. Katrina Sjóvará var við landsliðnum fyri fyrstu ferð til dystirnar móti Spania og Skotlandi í september, har tað tó ikki bleiv til nakra leiktíð fyri unga miðvallaran.
Hetta skrivar fsf.fo.
Til ber at keypa atgongumerki til heimadystin móti Ungarn her
Hópurin:
Ásla Johannesen, AGF (DK)
Julia Naomi Mortensen, AGF (DK)
Rakul Maria Johannesen, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Jacoba Langgaard, B36
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS
Kára Djurhuus, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Maria á Lakjuni, Víkingur
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur
Monika Biskopstø, AaB (DK)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald