Fyri júst 17 árum síðani í dag spældu Danmark og Kekkia EM-fjórðingsfinalu í Porto. Kekkar, ið høvdu eitt ógvuliga sterkt lið tá, vunnu 3-0. Tað er tí á ein hátt lagnunnar speisemi, at tað var júst í dag, at Kekkia í dag spældu seg í fjórðingsfinaluna, har Danmark verður mótsstøðuliðið.
Kekkia og EM hóska væl saman. Síðani Kekkia og Slovakia fóru hvør til sítt, hevur manslandsliðið í fótbólti spælt seg til sjey útav sjey møguligum EM-endaspølum. Tað fyrsta var í Onglandi í 1996, har Kekkia kom allan vegin til longda leiktíð í finaluni, har týskararnir tó vóru sterkari. Í 2004 koppaðu kekkar sum sagt dønum í fjórðingsfinaluni, men í hálvfinaluni vann Grikkaland við máli í longdu leiktíðini. Í 2012 vann Kekkia sín bólk, men Ronaldo og Portugal gjørdust endastøðin í fjórðingfinaluni í Varsjava.
Í dag vóru favorittarnir úr Niðurlondum skúgvaðir til viks í einum øðrum høvuðsstaði miðskeiðis í Evropa. Nógvir áskoðarar í appelsinlittum vóru komnir til Budapest, men liðið hjá de Boer, ið skoraði flest mál í bólkaspælinum, fekk einki burturúr í dag - talan gjørdist ikki eingongd um eitt einasta skot uppá mál. Niðurlond byrjaðu annars dystin væl, men ágangandi spælið gav ikki beinleiðis opnar møguleikar. So líðandi komu kekkar betri við og høvdu eisini besta møguleikan, tá Barak varð spældur fríur til høgru í brotsteignum, men hann gjørdi ov seint av.
De Ligt tekur her hondina sum hjálp fyri at forða Schick í at gerast púra fríur við málverjanum - prísurin var eitt beinleiðis reytt kort
Í 80. minutti skoraði Schick, eftir at Holes, maðurin við 9-talinum á rygginum, hevði funnið vandamikla áleyparan í brotsteignum (Myndir: EPA)
Fyritreytirnar broyttust grundleggjandi tíðliga í 2. hálvleiki, tá stýrimaðurin í verjuni hjá Niðurlondum, Matthijs de Ligt, fekk reytt kort, eftir at hann næstan liggjandi við vilja støgaði bóltinum við hondini, tá Patrik Schick var á veg framvið honum beint uttanfyri brotsteignum. Í fyrstu syftu fekk de Ligt gult kort, men eftir at dómarin sjálvur var úti og hugdi varð dómurin broyttur. Beint áðrenn hevði Donyell Malen sjálvur runnið seg frían, men Tomas Vaclik í kekkiska málinum pilkaði bóltin frá PSG-áleyparanum, tá hann royndi at fara framvið Vaclik.
Løtuna eftir reyða kortið tyktust teir í appelinlittum at ressast, men skjótt tók Kekkia yvir, og eftir at enn heilt góð støða ikki hevði givið mál, brast fyri nev. Royndi Maarten Stekelenburg í málinum kom illa út til eitt frísparksinnlegg, og so kundi verjuskansin Kalas við aftaru stong stútað bóltin yvirum til verjukenda miðvallaran Tomas Holes, sum stýrdi bóltinum víðari í málið, har eingin málverji var. Niðurlond megnaði ongantíð at svara aftur við at í minsta lagi hótti vælskipaðu kekkarnir, og ístaðin økti liðið hjá Jaroslav Šilhavý, tá tíggju minuttir restaðu í. Holes vann bóltin stutt inni á portugisisku hálvuni, setti tveir leikarar av við einum trekki og komin inn í brotsteign fann hann Schick, og áleyparin skoraði sítt fjórða mál í endaspælinum
Stórt vónbrot hjá Niðurlondum, sum høvdu sett nøsina upp ímóti at av álvara gera vart við seg, nú ógvuliga fótbóltsglaða landið aftur var umboða til eitt endaspæl á A-landsliðsstøði hjá monnum. Bólkaspæli gekk væl, men tá voru allir dystirnir spældu í Amsterdam, og mótstøðan var ikki millum tær heilt sterku í kappingini. Frank de Boer, ið spældi við trimum í miðverjuni, fer nú at vera undir nógv fleiri atfinningum enn undan endaspælinum. Kekkar kunnu hinvegin stórfegnast og gera seg til reiðar til fjórðingsfinalu móti Danmark í Baku leygarkvøldið.
Kalas og Vaclik við kekkiska flagginum eftir seinasta bríksl
Samstundis sóust vónbrotnir menn í appelsinlittum - De Jong og fleiri aðrir (Myndir: EPA)
Áttandapartsfinalurnar
Í dag - Sunnudagin 27. juni
Puskás Arena, Budapest
Niðurlond - Kekkia 0-2 (0-0)
68' Tomas Holes 0-1
80' Patrik Schick 0-2
Reytt kort: Matthis de Ligt (54')
La Cartuja, Sevilla
20.00: Belgia - Portugal
Í gjár - Leygardagin 26. juni
Wembley, London
Italia - Eysturríki 2-1 eftir longda leiktíð - 0-0 eftir vanliga leiktíð
95' Federico Chiesa 1-0
105' Matteo Pessina 2-0
114' Sasa Kalajdic 2-1
Johan Cruyff Arena, Amsterdam
Wales - Danmark 0-4 (0-1)
27' Kasper Dolberg 0-1
48' Kasper Dolberg 0-2
88' Joakim Mæhle 0-3
90 (+3) Martin Braithwaite 0-4
Les eisini: Dolberg tók av - Danmark víðari við sannførandi sigri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald