Fótbóltur

Kemoviðgerð fyri einum ári síðani - evropeiskan fótbólt við Manchester United í dag

19-ára gamli Max Taylor er ein av 14 tannáringum í 18-mans hópinum hjá Manchester United í dag.

Ole Gunnar Solksjær hevur tikið eina rúgvu av ungum leikarum við Europa League-dystin í dag (Mynd: EPA)

Ole Gunnar Solksjær hevur tikið eina rúgvu av ungum leikarum við Europa League-dystin í dag (Mynd: EPA)

2019-11-28 12:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur als ikki verið nakað gott kappingarár hjá Manchester United í Premier League. Liðið hjá Ole Gunnar Solskjær er á 9. plássi, og heili níggju stig eru upp til Champions Legue pláss. 

Eitt lítið ljóspunkt hevur verið tann minna evropeiska kappingin Europa League. Har er United víðari, og í kvøld kann liðið gerast fyrsta liðið í søguni hjá kappingini, ið einki mál letur inn í teimum fyrstu fimm dystunum í bólkaspælinum.

Eitt annað ljóspunkt hjá stórfelagnum í ár er, at fleiri av egnu ungu leikarunum hava gjørt vart við seg. Nú einki sum so er at spæla fyri í kvøld, hevur Solskjær valt at tikið eina rúgvu av akademileikarum, U-19 leikarum, við ti dystin í Kasakstan í kvøld. Miðalaldurin í hópinum er 20,33 ár.

[object Object]
Max Taloyr hevur verið ígjøgnum kemoviðgerð seinasta árið - nú er hann heilt fríkur og aftur í reyðu troyggini

Ein av leikarunum ið er við, er 19-ára gamli Max Taylor. Fyri áleið einum árum síðani fór hann undir kemoviðgerð fyri krabba í eistunum. Verjuleikarin var aftur á venjingarvøllinum í september, eftir at hann var sloppin av við álvarsomu sjúkuna,  og nú kann hann á fyrsta sinni royna seg á besta liðnum. 

[object Object]
Jesse Lingard verður liðformaður hjá Manchester United í kvøld (Mynd: EPA)

Av teimum royndu leikrunum er tað bert triðjimálverjin Lee Grant, vinstri bakkurin Luke Shaw, ið júst er komin aftur eftir skaða, og Jesse Lingard, sum í kvøld verður liðformaður, ið eru við í Astana.

Fyrsta bríksl í Europa League dystinum er longu klokkan 15.50.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder