Fótbóltur

Kent andlit aftur at síggja í HB

Jón Krosslá Poulsen skal verða venjari og hjálparvenjari.

Jón Krosslá Poulsen (t.h.)

Jón Krosslá Poulsen (t.h.)

2019-01-25 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

HB hevur gjørt sáttmála við Jón Krosslá Poulsen, sum skal vera hjálparvenjari hjá 1. deild og U21-hópinum.

Hesum boðaði høvuðsstaðarfelagið frá á Facebook í gjárkvøldið.

Umframt at læra ungu leikararnar av sínum fótbóltskynstrum, fer Jón eisini at spæla við 1. deild. Í fjør spældi hann 19 dystir í Betrideildini, í fyrru helvt fyri 07 Vestur og seinni fyri felagsliðið í Suðuroy. Hann hevur tilsamans spælt 222 dystir í Betrideildini síðani fyrsta dystin fyri VB 12. septembur 2004, skrivar felagið um nýggja mannin.

Við hesum er venjarahópurin hjá 1. deild og U21 komin upp á pláss, við Aleksandar Jovevic sum høvuðsvenjara. U17 venur eisini saman við teimum, har Ransin Napoleon Djurhuus er venjari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder