NSÍ liggur trý stig frammanfyri verandi føroyameistaran úr KÍ, nú summarsteðgur er í Meistaradeildini og ellivu umfør resta í.
Liðið hjá Sigurdi Ragnar Eyólfsson helt frástøðuna við javnleikunum í Sarpugerði og við Løkin beint fyri summarsteðgin. Nú snýr tað seg um Conference League, har NSÍ hevur trupla uppgávu á Malta hósdagin - men á eystara armi av Skálafjørðinum snýr tað mesta seg um eitt møguligt meistaraheitið og Champions League næsta ár.
NSÍ vann sítt fyrsta og higartil einasta FM í fremstu mansdeildini í 2007, árið tá felagið fylti 50 ár. Tá var Meinhard Egilsson Olsen 10 ára gamal.
Ferðmikli, orkumikli, ágangandi og miðvísi vongurin/áleyparin við ymisku snildunum, gjørdi nógv um seg í ungdómsdeild felagsins og hevði spælt nakað á besta liðnum, áðrenn leiðin gekk til Vendsyssel í 2015. Tá var hann 18-ára gamal. Nú, umvegis fleiri feløg í Noreg, GAIS í Svøríki, B36 tvær ferðir og seinast Kolding IF, er Meinhard aftur í bandómsfelagnum.
Les eisini: Meinhard Egilsson Olsen er aftur í NSÍ
- Eg fari aftur til barndómsfelagið, sum eg fóru úr, tá eg var 18-ára gamal. Eftir so nógv ár við nógvum upp- og niðurtúrum, eri eg komin til sættis við, at tíðin er komin at venda heim. Eg eri keddur av at mín tíð í Kolding var ávirkað av skaðum.
Soleiðis sigur Meinhard Egilsson millum annað í útsøgn við heimasíðuna hjá Kolding. Har hevur 29-ára gamli landsliðsspælarin spælt í eitt og eitt hálvt ár. Seinasta hálva árið hevur serliga knæðið plágað Meinhard, men nú eitt hálvt ár var eftir av sáttmálanum, sló NSÍ til og keypti hann leysan úr Kolding.
![]()
Meinhard Egilsson Olsen takkar fjepparum eftir ein sigur hjá Kolding. Serliga byrjanin har var góð hjá føroyinginum. Hann fór frá NSÍ til næstbestu donsku deildina í 2015 - nú fór hann frá næstbestu donsku deildini til NSÍ (Mynd: Kolding IF)
Brandur Hendriksson Olsen er langtíðarskaddur, Klæmint Andrasson Olsen hevur spælt lítið síðani síðst í apríl, men NSÍ ræður yvir álopskendum spælarum sum Peturi Knudsen, Aroni Knudsen, Tobias Hestad, Michal Przybylski, Marius Kryger Lindh og nú eisini Sammy Skytte og Meinhard Egilsson Olsen.
Teir báðir síðstnevndu eru komnir í hópin nú í summar, nú hópurin hjá oddaliðnum skal gerast breiðari - og man skal satsa uppá at vinna føroyameistaraheiti. Sammy Skytte var sáttmálaleysur eftir nakrar mánaðir í Litava og er komin í gongd í gulum. Skjótt verður Meinhard eisini, tá NSÍ skal eftir týðandi stigum.
Tað fyrsta FM-heitið í 19 ár kann koma í hús í oktober, um NSÍ fær tingini at eydnast í august, september og oktober. Og næsta ár verður felagið 70 ár. Nýinnkeypti NSÍ'arin skal hava stóran leiklut í, at teir í gulum kappast um gullini: Meinhard Egilsson Olsen og NSÍ hava gjørt sáttmála galdandi til kappingarenda í 2028.
![]()
Meinhard Egilsson Olsen leggur her upp til sigursmálið hjá Martini Agnarsson móti Kekkia í fjør. Orkuríki áleyparin gørdi stóran mun í minniligu sigrunum á Tórsvølli í oktober 2025
Myndir: Sverri Egholm
Hann hevur verið nakað skaðadarvaður, men Meinhard Egilsson Olsen er á pappírinum í góðum fótbóltsaldri, og kann hetan summarflytingin fáa stóran týdning fyri NSÍ.
Hon er komin uppá pláss millum teir báðar dystirnar í 1. umfari í Conference League hjá NSÍ. Harvið er landsliðsspælarin ikki skrásettur til avgerandi dystin á Malta hósdagin, men um NSÍ kemur víðari móti Hamrun Spartans, kann Meinhard Egilsson skrivast inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald