Fótbóltur

KÍ - Banja Luka: Hallur Hansson við frá byrjan

Hann hevur bert spælt hálvnannan tíma samanlagt, síðani hann kom aftur úr skaðasteðgi. Nú er hann við frá byrjan á Tórsvølli.

Hallur Hansson er aftur í KÍ hópinum eftir langan skaðasteðg. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson er aftur í KÍ hópinum eftir langan skaðasteðg. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-08 17:15 Author image
Áron Vest
placeholder

KÍ byrjar við trimum miðverjum, eins og teir hava gjørt flestu evropeisku dystirnar í ár. Talan er um eina 3-4-3 og 5-4-1 leikskipan, har tað kemur ann uppá, hvørt liðið hevur bóltin í spælið ella er uttan bólt. 

Hesir byrja inni fyri KÍ:[object Object]

Talan er sostatt um tríggjar broytingar. Móti 07 Vestur seinasta sunnudag, byrjaðu Árni Frederiksberg, Cédric Yambéré og Hallur Hansson ikki inni, men tað gera teir so í dag.

Europa League 3. umfar, fyrri dysturin
Á Tórsvølli, hósdagin 08.08
18:00 KÍ - Borac Banja Luka 

Portalurin verður til staðar á Tórsvølli og hevur ymiskt tilfar áðrenn og eftir dystinum. Undir dystinum hava vit live-blogg og gera vit eisini samrøður eftir dystin. Kringvarp Føroya vísur dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder