Fótbóltur

KÍ á veg til Luksemborg

KÍ-hópurin er lendur í Paris og koyrir nú við bussi til Luksemborg. Mikukvøldið skal arbeiðið móti Differdange gerast liðugt.

(Mynd: KÍ)

(Mynd: KÍ)

2024-07-15 14:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ fór í morgun úr Vágum til Paris, og nú situr hópurin í bussi á veg til Luksemborg.

Busstúrurin er umleið fýra tímar.

Við sær í viðførinum hevur KÍ ein 2-0 sigur móti Differdange, og nú skal arbeiðið gerast liðugt, so klaksvíkingar vinna seg víðari til annað umfar í Champions League. Vinnur KÍ samanlagt, er svenska Malmö FF mótstøðulið í øðrum umfari.

Seinni dysturin millum Differdange og KÍ verður mikukvøldið klokkan 18.

Dysturin sæst í KÍ-varpinum á heimasíðuni hjá KÍ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder