Tað eru nú bert 45 minuttir eftir av Betrideildini 2019. Tað skal nógv henda, um B36 skal vinna sítt 12. FM-heitið, tí KÍ, sum í roynd og veru bert skal brúka ein javnleik fyri at vinna sítt fyrsta føroyameistaraheiti í 20 ár, er á odda 2-0 í steðginum.
Páll Klettskarð stútaði útiliðið á odda í 6. minutti, og tveir minuttir eftir hetta smekkaði Semir Hadzibulic bóltin í B36-málið. Síðani hevur KÍ verið sera nær við at økt nakrar ferðir, meðan B36 ikki hevur havt nakað at bjóða uppá - tað hevur mangla góðska í hjá B36
Alt kann tó henda í fótbólti, men heimaliðið skal koma út við nøkrum heilt øðrum, og KÍ skal av álvara fella í støði, um nýggja FM-steypið ikki skal fara til Klaksvíkar.
B36 - KÍ (0-2)
6’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
8’ Semir Hadzibulic 2-0
Fylg gongdini á forsíðu okkara. Vit hava fleiri myndir og nógvar viðmerkingar úr Gundadali eftir dystin.
Fótbóltur
KÍ hevur beina kós móti FM
Eftir átta minuttir var 0-2 í Gundadali, og KÍ hevur veruliga sitið á FM-finaluni..
Páll Klettskarð legði KÍ á odda, tá fimm minuttir vóru leiktir (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-10-26 15:48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald