Fótbóltur

KÍ endurvann stórsteypið eftir brotssparkskapping

Føroyameistararnir vóru í undirtali í 55 minuttir men hildu Víkingi frá at skora í vanligu leiktíðini og vóru síðani kaldari úr ellivu metrum enn steypavinnararnir í kuldanum á Tórsvølli.

Varaliðformaðurin Páll Andrasson Klettskarð tók ímóti steypinum - Jákup B. Andreasen var ikki tøkur í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Varaliðformaðurin Páll Andrasson Klettskarð tók ímóti steypinum - Jákup B. Andreasen var ikki tøkur í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-26 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Almenna startskotið til kappingarárið hjá monnum var á Tórsvølli seinnapartin, tá Eiler Rasmussen bríkslaði stórsteypadystin millum føroyameistararnar úr KÍ og steypavinnararnar Víking í gongd. 

Dómaratoymið kom nakað í fokus í fyrra hálvleiki, tá fyrst eitt mál hjá KÍ varð kolldømt, og tá Vegard Forren síðani varð rikin av vølli í samband við eitt rok í KÍ-brotsteignum, har Olaf Bárðarsson hjá Víkingi varð innblandaður. Les meira um tær støðunrnar og sí fleiri myndir her

[object Object]
Nýggi norski miðverjin hjá KÍ er royndur, men varð revsaður tá hann reageraði ov ógvusliga (Mynd: Sverri Egholm)

Reyða kortið fall tíggju minuttir fyri hálvleik. Harvið snúði tað seg mest um at verja hjá KÍ restina av dystinum, og tað gjørdu teir í bláum í stóran mun heilt væl, hóast nakrar spentar støður vóru í samband við millum annað innlegg. Innskifti Aron Jarnskor Ellingsgaard í yvirtíðini var heilt nær við, tá hann royndi seg av brotsteigarmarkinum, men annars skapti Víkingur ikki so nógv í yvirtalið, og nakað av tempo og rútmu tyktiskt at mangla í spælinum.

KÍ hevði í roynd og veru fleiri stórar málmøguleikar. Árni Frederiksberg gjørdist ein móti einum við Bárði á Reynatrøð, eftir at bólturin heldur tilvildarliga endaði hjá honum, men hann valdi at royna at reka framvið heldur enn at skjóta, og tað eydnaðist ikki. Páll Klettskarð hevði tveir stórar málmøguleikar, men KÍ-liðformaðurin á degnum megnaði akkurat ikki at stýra einum hornasparki frá Árna í í málið við høvdinum, og tá Patrick Da Silva fann hann við innleggi til aftaru stong seint í dystinum, kom Aron Ellingsgaard fyri skotið í evstu løtu.

[object Object]
Nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, kundi vera nøgdur við at KÍ-liðið var vælskipað í verjustøðu (Mynd: Sverri Egholm)

Einki mál kom í vanligu leiktíðini, og so varð farið beinleiðis til brotssparkskapping. Nýggi KÍ-málverin úr Noreg bjargaði skoti nummar tvey hjá Víkingi, men Bárður á Reynatrøð vísti síni kynstur, tá norski Luc Kassi skeyt skot nummar fimm. So varð neyðugt við eyka skotum, og har skoraðu tveir ungir mans hjá KÍ, umframt Gunnar Vatnhamar, áðrenn Markus Petterson aftur bjargaði, og so var avgjørt.

Stórsteypið fer norður til Klaksvíkar annað árið á rað. Talan er um ein lítlan mentalan sigur hjá KÍ, sum í undirtali vísti eina ávísa styrki. Samanlagt fimm lokalir ungir spælarar vóru á vøllinum í dag - tveir frá byrjan og so tveir í miðverjuni saman seinna helming av seinna hálvleiki. Norski málverjin og miðvallarin vístu seg eisini væl fram; hjá Víkingi var tað serliga eyðsýnt, at Árni Nóa Atlason var á sentrala miðvøllinum undir liðini á Geza Turi allan dystin. Hann fylti 17 ár í seinasta mánaði og spældi væl í dag. 

[object Object]
Patrick da Silva bjóðar av, og Árni Atlason roynir at verja fyri (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur var Sølva Vatnhamar fyriuttan í dag. Ársins spælari og toppskjúttin í fjør hevur skaða at dragast við, og tað hevur Jákup Johansen eisini. Hjá KÍ manglaðu av teimum heilt føstu: Liðformaðurin Jákup B. Andreasen, umframt høgri bakkurin Jóannes Kalsø Danielsen, miðverjin Heini Vatnsdal og miðvallarin Mads Boe Mikkelsen. Allir uttan Jóannes spæla helst næsta vikuskifti, tá KÍ tekur ímóti uppflytarunum TB í fyrsta umfarið í Betrideildini. Víkingur fær vitjan av B36.


Stórsteypadystur menn
Tórsvøllur, leygardagin 26.02 klokkan 15
KÍ - Víkingur 0-0 (6-5 eftir brotssparkskapping)

Reytt kort: Vegard Forren (35')

Brotssparkskapping
1-0: Árni Frederiksberg
1-1: Atli Gregersen
2-1: Páll Klettskarð
Markus Petterson bjargar
3-1: Patrick da Silva
3-2: Andreas Lava Olsen
4-2: Claes Kronberg
4-3: Ari Olsen
Bárður á Reynatrøð bjargar
4-4: Finnur Justinussen
5-4: Olaf Hansen
5-5: Gunnar Vatnhamar
6-5 Jákup Norðoy Vilhelmsen
Markus Petterson bjargar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder