Eftir úrsllitini hósvkvøldið var greitt, at FM-spenningurin í Betrideildini helt sær nakrar dagar.
Um tað ikki endaði við javnleiki í Sarpugerði í kvøld, skuldi KÍ hava minst javnleik á heimavølli móti EBS/Skála. HB vann 3-2 á ÍF/Vík/B68, har øll málini komu í 2. hálvleiki, og har Heidi Sevdal gjørdist avgerandi.
Dysturin í Klaksvík byrjaði ein og ein hálvan tíma seinni, so í HB varð bíðað við spenningini, tí um EBS/Skála aðru ferð innan fýra dagar megnaði at basa KÍ, so var klárt til FM-finalu í Gundadali seinni í mánaðinum.
Har kom tó einki mál við Djúpumýru, og hetta passaðu KÍ sera væl. Eftir at EBS/Skála steðgaði einari langari FM-røð hjá KÍ í 2017, er steðgurin nú av, og klaksvíkskvinnur kunnu aftur fegnast um gull.
19. og næstseinasta umfar:
ÌF/Víkingur/B68 - HB 2-3 (0-0)
KÍ-EB/Streymur/Skála 0-0
Støðan:
1. KÍ (32 stig) 15 dystir
2. HB (28 stig) 15 dystir
3. ÍF/Víkingur/B68 (28 stig) 16 dystir
4. EBS/Skála (12 stig) 15 dystir
5. B36 (9 stig) 15 dystir
Komandi viku verður steypafinalan leikt. Hon verður millum EBS/Skála og HB. Seinasta umfar í Betrideildini verður 26. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald