Tað var ein óvanliga stór mannfjøld, ið savnaðist í Gundadali seinnapartin, tá FM skuldi avgerast. Skýlini vóru fullsett ein tíma undan dystarbyrjan og á bakkunum og kring vølllin vóru ein rúgva av fólki. Fleiri túsund áskoðarar vóru til staðar og viðhaldsfólk hjá bæði B36 og KÍ settu av álvara sín dám. Hvør vann dystin á áskoðaraplássinum er ilt at siga, men á vøllinum var tað eitt lið, ið sat á dystinum.
Undan dystinum var greitt, at KÍ kundi standa seg við javnleiki, tí málúrtøkan hjá klaksvíkingum var betri enn tann hjá B36. Í KÍ-leguni hevur í vikuni verið gjørt greitt, at liðið ikki fór til Havnar at spæla uppá javnleikin. Hetta gjørdist sjón fyri søgn fyrstu smáu tíggju minuttirnar. KÍ var ágangandi og skoraði uppá fyrstu royndirnar. Fyrst var tað Páll Klettskarð ið aftur vísti sítt virði fyri barndómsfelagið, tá hann stútaði gott innlegg frá Ólavi Niclassen úr vinstru frálíka væl í B36-málið. B36 megnaði ikki at rista skelkin av sær, tí tveir minuttir eftir leiðslumálið hjá KÍ var 2-0. Heimaliðið fekk í fyrstu syftu avvíst, men bólturin datt til Semir Hadzibulic, ið staddur stutt inni í brotsteiginum smekkaði bóltin í netið.
Nú skuldi B36 hava trý mál – tað jaliga fyri liðið hjá Jákup á Borg var at nógv tíð var eftir til hetta. Fyrsta royndin hjá B36 kom eftir 12 minuttir; Árni Frederiksberg rak væl inn í brotsteigin, men skotið við vinstra beininum fór nakað framvið. Minuttin eftir hevði liðformaðurin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen eina skotroynd eftir innlegg úr høgru, men Símun Rógvi Hansen var tryggur.
Mynd: Jens Kr. Vang
Restina av hálvleikinum sat KÍ eisini á, og tíggju minuttir fyri hálvleik hevði KÍ ein risastóran tvífaldan møguleika, men Sìmun Rógvi bjargaði væl – fyrst frá Simen Sandmæl og síðani Páll. Bòlturin fór út til hornaspark, og tað var sera nær við, at bólturin endaði í málinum eftir tað. Tað hendi nógv hesa løtuna: B36 vildi hava brotsspark í fylgjandi álopinum og fimm minuttir fyri steðgin rakti Patrik Johannesen tvørtræið við góðari frísparksroynd.
Í veruleikanum kundu teir í skiftingarúminum hjá KÍ iðra seg nakað um, at munurin ikki var størri, og at dysturin harvið ikki var lukkaður. Jákup á Borg skifti liðformannin Lukasz Cieslewicz inn í steðginum fyri Jónas Tór Næs og flutti eitt sindur runt á liðnum. Heimaliðið legði eisini út sum eitt óløgi, og Michal Prybylski kom í góða støðu eftir langt innkast men skeyt uppum. B36 hevði nú bóltin væl meira, meðan KÍ ikki trýsti eins ágangandi og høgt upp. Útiliðið hevði tó gott tamarhald á støðuni.
Myndir: B36 - KÍ
Í 64. minutti kom Árni Frederiksberg í góða skotstøðu í KÍ-brotsteignum, men skotið endaði væl omanfyri málið hjá Kristiani Joensen, ið var sera tryggur í tí, sum hann gjørdi. Í minuttinum eftir hetta gjørdist innskifti Torbjørn Grytten púra fríur mitt fyri, men Símun Rógvi bjargaði væl. Dysturin fekk nú nýtt lív, og nærdystirnir vóru harðir, eins og nakrar ónollur sóust. Árni var mest vandamikli B36-leikarin, men B36 fekk ikki lagt nakað veruligt trýst, og klaksvíkingarnir vóru omaná í nærdystunum og í høvuðsheitinum omaná.
Sum minuttirnir gingu, gjørdist tað meira friðarligt í B36-skýlinum, meðan KÍ-áskoðarnir av álvara gjørdu seg til reiðar til FM-veistlu. Hon byrjaði so at at siga, tá tíggju minuttir restaðu í. Eftir at klaksvíkingar í nøkrum førum høvdu verið naskir, vann Simen Sandmæl eitt fríspark á brotsteigarmarkinu. Tað setti Jóannes Bjartalíð hegnisliga við vinstra beininum upp í málhornið, og samstundis sum allarseinasta vónin hjá B36 sløknaði, so tendraðust sólir og roykur úr KÍ-leguni, og skjótt byrjaðu harðmæltu KÍ-áskoðarnir at syngja: “Vit eru føroyameistarar”.
Myndir: Bláur Gundadalur
Jákup: Lyfti steypið ov tíðliga - Hatta hendir ikki næsta ár
Tað er KÍ nú – fyri 18. ferð í søguni og fyri fyrstu ferð í 20 ár. Liðið hjá Mikkjal Thomassen endar á 66 stigum. B36 hevur eisini havt eitt frálíkt kappingarár, men 19 dystir uttan ósigur rakk ikki hjá árstalsfelagnum. Nú er KÍ-rómur í Gundadali, og vit hava meira tilfar her frá skjótast gjørligt.
Betrideildin 27. og seinasta umfar
Gundadalur, 26. oktober
B36 – KÍ 0-3 (0-2)
6’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
8’ Semir Hadzibulic 2-0
80’ Jóannes Bjartalíð 3-0
B36 (4-2-3-1): Símun Rógvi Hansen - Jónas Tór Næs (46’ Lukasz Cieslewicz), Andrias Høgnason Eriksen (L), Bjarni Petersen, Erling Dávidsson - Eli Falkvard Nielsen (67’ Hannes Agnarsson), Hugin Samuelsen - Benjamin Heinesen, Michal Pryzbylski, Árni Frederiksberg - Brian Jakobsen (52’ Stefan Radosavljevic)
Venjari: Jákup á Borg
Gul kort: Jónas Tór Næs, Lukasz Cieslewicz, Hugin Samuelsen
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic (63’ Torbjørn Grytten), Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen, Simen Sandmæl (90’ Jonn Johannessen), Páll Andrasson Klettskarð (85’ Boris Dosljak)
Gul kort: Kristian Joensen og Jóannes Kalsø Danielsen
Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald