Fótbóltur

KÍ er greipuvinnari

Klaksvíkskvinnur vunnu 3-0 á NSÍ í finaluni. Hetta var fyrsta steypagullið, og fyrsta greipan, síðani 2016.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-22 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ-kvinnurnar setttu í dag eina tjúkka striku undir, at tær eru bestar í ár. NSÍ, sum í ár aftur hevur verið at sæð í fremstu røð, var avbjóðarin á Tórsvølli í steypafinaluni, men tað vóru tær í bláum, ið kundu lyfta steypið eftir seinasta bríksl.

Rannvá B. Andreasen hevur vunnið steypakappingini nakrar ferðir eftirhondini. Hon legði í 25. minutti lunnar undir sigurin hjá KÍ í dag, og sín 15. sigur í einari steypafinalu, tá nummar 9 smekkaði bóltin ímóti málinum heilt úti við síðulinjuna í høgru við sínum sterka vinstra beininum. Málverjin hjá NSÍ rakk ikki upp til bóltin, ið sigldi í málið til 1-0.

[object Object]
Tær hjá KÍ fegnast um 1-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)
 

NSÍ var framvegis inni í dystinum, men favorittarnir avgjørdu, tá farið var um miðjan 2. hálvleik. Fyrst var tað áleyparin, Hervør Olsen, ið varð send avstað og sum síðani stríddi seg innum bakin og sendi bóltin í netið.

Tríggjar minuttir seinni fann toppskjúttin í Betrideildini, Evy á Lakjuni, Hervør í brotsteignum. Hon trekti til baklinjuna og legði innfyri, har Victoria á Lakjuni var komin uppá, og kundi seta bóltin í eitt tómt mál.

[object Object]
Hervør Olsen skoraði og legði upp í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm) 

18-ára gamli miðvallarin var ein av teimum hjá KÍ, ið vann steypakappingina á fyrsta sinni. Eitt nýttt ættarlið er við at taka yvir, sjálvt um tær heilt royndu framvegis gera stóran mun: Ragna Patawary var sum vant í miðverjuni í dag, og Malena Josephsen kom eisini á vøllin.

Tær eru sera vanar at vinna, men hetta var fyrsta steypagullið hjá KÍ síðani 2016, og harvið eisini fyrsta greipan hjá klaksvíkskvinnum síðani tá. Sigurin var fult uppiborin. NSÍ fekk, eins í landskappingini, silvur.


Steypafinalan hjá kvinnum
Tórsvøllur 22/11
NSÍ - KÍ 0-3 (0-1)

25' Rannvá Biskopstø Andreasen 0-1
68' Hervør Olsen 0-2
71' Victoria á Lakjuni (Hervør Olsen) 0-3

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder