Tað gekk ikki. Eitt skot stutt inni í KÍ-brotsteignum. í samband við eitt hornaspark har KÍ ikki fekk ruddað burtur, endaði í netinum, og KÍ hevði ikki megi og mátt at svara aftur seinastu tíggju minuttirnar í longdari leiktíð.
Útiliðið fekk annars strítt seg til longda leiktíð eftir eina tunga byrjan, mál ímóti og nógv trýst. Liðið hjá Magne Hoseth spældi eftir førimuni ein heilt góðan 2. hálvleik í vanligu leiktíðini og kundi avgjørt tað.
Luc Kassi var sentrimetrar frá, tá hann í máleteignum stútaði eftir framúr hornaspark frá Árna Frederiksberg úr høgru. Bólturin rakti yvirleggjaran og sprakk niður í svørin beint við mállinjuna.
So nær var KÍ við play-off umfar í Champions League, hóast Molde var betri á degnum og hevði spælyvirvág.
Mongu áskoðarnir hjá KÍ vóru eisini frálíkir í Molde - nú skal nøsin vendast móti Europa League í evropeiskum høpi. KÍ spælir play-off dyst á heimavølli hoskvøldið um níggju dagar. Áðrenn er dystur móti 07 Vestur á skránni í Betrideildini.
Meira seinni
UEFA Champions League 3. umfar, seinni dystur
Í dag, týsdagin 15.08
Molde FK - KÍ 2-0 eftir longda leiktíð - 1-0 eftir vanliga og 3-2 samanlagt
Les meira um fyrra hálvleik her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald