Fótbóltur

KÍ finalufyrimun eftir undirhaldandi dyst - Víkingur og HB hittast til fyrru hálvfinalu klokkan 15

Nógvir norðmenn stóðu fyri málum í Klaksvík, har KÍ syfti NSÍ eftir frálíkan dyst og serliga seinasta hálva tíman. 4-2 eftir fyrru hálvfinaluna - FM1 sigur frá HB-Víkingi klokkan 15 og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Filip Brattbakk tapir ein luftnærdyst her, men norski vongurin hjá KÍ var í hopla í gjár við trimum málstigum (mál+upplegg) - Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Filip Brattbakk tapir ein luftnærdyst her, men norski vongurin hjá KÍ var í hopla í gjár við trimum málstigum (mál+upplegg) - Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2026-05-14 08:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var undirhald fyri allar pengarnar, tá KÍ og NSÍ hittust í Klaksvík til fyrru steypahálvfinaluna millum liðini. Serliga seinasta hálva tíman ella so, tá seks mál vórðu skoraði - men eisini áðrenn har serliga heimaliðið skapti sítt.

Tað var tó heimaliðið, sum fekk hol á, tá Beinir Nolsøe í 60. minutti setti leysan bólt í netið. Eyðsýndi Filip Brattbakk svaraði tó skjótt aftur, og norski vongurin legði upp til norsk-tuneisiska Oussama Ali nakrar minuttir seinni.

2-1, men tá eitt korter eftir var talan um ov slapt verjuspæl hjá heimaliðnum. Ein annar norðmaur, Tobias Hestad, kundi javnað á gamla heimavøllinum hjá pápa síðani (Daniel Bert Hestad, hjálparvenjari 2023).

Harvið lá NSÍ aftur til at fáa meira burturúr, tí hetta jú var hálvfinalan á útivølli. Men KÍ var ikki liðugt at skapa støður í sínum helst besta dysti í ár. Tveir minuttir eftir 2-2 málið kom KÍ frammum aftur: Páll Klettskarð stendur skrásettur fyri málið, men Brattbakk stóð sum so fyri tí: Klettskarð visit sum so ikki av, at hann hevði skorað.

Páll Klettskarð: KÍ spælir ein góðan dyst - serliga framrættað

Í 85. minutti stóðu innskifti spælarar hjá KÍ fyri sætta málinum uppá umleið 25 minuttir í frálíka fótbóltsdystinum við Djúpumýru: Jonn Johannesen fann Erlend Hustad, og stóri norski áleyparin var knappur og hvassur: Fjórða "norska málið" og sætt norska málstigið í Klaksvík hetta mikukvøldið, har KÍ spældi seg nær aðru steypafinaluni á rað.

Hoyr eisini samanumtøku og samrøður úr Klaksvík: 
Daniel Obbekjær: Uppiborin KÍ-sigur - okkara mistøk kostaðu
Niclas Niclasen: - Hasi bæði málini vera góð hjá KÍ til seinnu hálvfinaluna

[object Object]

Meira um dystin her

Seinna hálvfinalan verður spæld í Runavík 24. juni, og tá skal NSÍ av álvara venda tí, um ikki KÍ aftur skal enda í steypafinaluni.

HB og Víkingur kappast um hitt finaluplássið. Fyrri dysturin millum verður spældur í Gundadali klokkan 15 í dag, Kristi Himmalferðardag. Víkingur vann 2-1, tá liðini hittust í landskappingardystinum í Sarpugerði 1. apríl.

FM1 sigur frá HB-Víkingi klokkan 15 og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder