Fótbóltur

KÍ fingið fyrrverandi landsliðsáleypara úr Nigeria

25 ára gamli Abubakar Ibrahim Aliyu hevur seinastu mánaðirnar verið liðfelagið við Odmar Færø og Ole Erik Midtskogen, ið eru hinir nýggir leikararnir hjá KÍ til komandi kappingarár.

Mynd: h-a.no

Mynd: h-a.no

2019-12-08 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2014 var hann við til African Nations Championships, ið er kappingin um afrikanska meistaraheiti, har leikararnir á landsliðunum spæla í heimligu deildini (Talan er ikki um Africa Cup of Nations). Tá skoraði Abubakar Ibrahim Aliyu avgerandi málið fyri Nigeria í fjórðingsfinaluni. Nigeria endaði við bronsuheiðursmerki, og Ibrahim fekk fimm skrásettar landsdystir. 

Í 2017 kom hann til norskan fótbólt (Start), og nú hevur hann gjørt sáttmála við KÍ. Álopsleikarin kemur til føroyameistararnir úr HamKam. Liðið í næstbestu norsku deildini er veitarin til KÍ viðvíkjandi nýggjum leikarum: Odmar Færø og Ole Erik Midtskogen koma eisini úr HamKam

Í 2019 hevur Ibrahim leikt 22 dystir í OBOS-deildini. Fyrst 13 við Notodden, ið hann var leigaður út til áðrenn summarsteðin. Í níggjum dystu við HamKam skoraði 174 cm høgi nigeriubúgvin tvey mál. 

Norðlýsið ber í dag tíðindini um skifti, og skrivar millum annað at Ibrahim eisini kann spæla sum kantur. Sáttmálin millum partarnir er galdandi fyri 2020 og 2021.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder