KÍ er Føroyameistari 2019, og tað er Eyðstein Poulsen úr Klaksvík eisini. Hann er Føroya besti tippari. KÍ-fjepparin gjørdist endaligi vinnarin av stóru tippikappingini á Sona appini. Á gullveitsluni hjá KÍ leygarkvøldið fekk Eyðstein handað vinningin, ið er ein flogferð fyri tvey til New York.
Undan FM-finaluni í Gundadali lá Eyðstein Poulsen á odda við 97 stigum, men beint í hølinum á øðrum og triðja plássi lógu ávikavist Fríði Jacobsen og Óli Joensen við 95 stigum hvør. Við fimm røttum í síðsta og 27. umfari skumpaði Eyðstein tó alla kapping til viks og kann hann harvið kalla seg Føroya besti tippari 2019.
Á øðrum og triðja plássi komu Óli Joensen og Poul Færø.
Í alt 3.297 fólk hava luttikið í tippikappingini á Sona, og spenningurin hevur verið í hásæti alt kappingarárið. Høvuðsvinningurin varð latin av Fonn Flog.
Sona takkar øllum fyri luttøkuna og ynskir Eyðsteini hjartaliga til lukku við vinninginum og heitinum sum Føroya besti tippari 2019.
- Sona
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald