Tað er ongin loyna, at fyritreytirnar betrast nakað, tá KÍ er frammanfyri 2-0, áðrenn dómarin floytar ígongd niðri í Luksemborg. Hóast hetta, so er tað ikki smávegis avbjóðingar, ið bíða meistarafelagnum í Klaksvík.
Veddingarfyritøkurnar
Áðrenn dystin við Djúpumýru, hevði KÍ leiklut sum favorittur hjá øllum teimum størstu veddingarfyritøkunum. Nú ristast veddingarfyritøkurnar í brókunum, tí nú hevur KÍ ongan leiklut sum favorittur yvirhøvur.
Hyggja vit nøkrum av teimum størsta innan ítróttarvedding, so síggja oddsini soleiðis út (nátturðatíð 16. juli, eitt samdøgur fyri dystin):
Bet365
Differdange: 1.67
Javnt: 3.70
KÍ: 5.00
Unibet
Differdange: 1.70
Javnt: 3.85
KÍ: 4.50
Tað skal sjálvandi takast við fyrivarni, tí odds broytast allatíð. Og oddsini eru galdandi fyri fyrstu 90 minuttirnar.
Molde dysturin spøkir enn
Tey í KÍ leguni hava valla gloymt dystirnar móti Molde í fjør. Tað var á Tórsvølli 8. august at KÍ basti norska meistaraliðnum Molde.
Fyrri dysturin endaði 2-1 til KÍ, men seinna dystin tapti KÍ 2-0 í Molde.
Hetta tykist vera eitt niðurlag undanfarnu evropaárini hjá KÍ.
Um KÍ sleppur víðari
Helst eru evropamilliónirnar hjá KÍ millum mest umrøddu evnini, í miðlingini av evropeisku fótbóltsdystunum. Tað er nú ikki so løgið, tí sleppur KÍ víðari við at vinna samanlagt á Differdange, so fær felagið 5,5 milliónir í inntøku. Hetta kemur felagnum væl við, men gongur hesin vinningur helst í skugganum av komandi avbjóðingini - sigursvanda stórfelagið í Svøríki, Malmö FF.
Svenska felagið Malmö FF er nógv mest vinnandi liðið í Svøríki. Í løtuni liggur felagið nummar 1 í Allsvenskuni við 35 stigum. Liðið, ið Mikkjal Thomassen, fyrrverandi KÍ venjari og komandi venjari í Allsvenskuni, skal vera venjari hjá, AIK, liggur á áttanda plássi við 20 stigum.
Sostatt bíðar enn ein stór avbjóðing fyri føroyameistararnar í KÍ.
---
KÍ-Varpið vísir dystin og kann dysturin keypast her.
UEFA Champions League 2024 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 17. juli kl. 18:00
19.00: KÍ - FC Differdange 03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald