placeholder
Fótbóltur

KÍ gjørdi hattrick

FSF skrivar, at KÍ er fyrsta felag, ið sama kappingarár hevur vunnið bestu og næstbestu deildina hjá monnum, umframt bestu deildina hjá kvinnum. Samanlagt var tað HB, ið fór avstað við flest heiðursmerkjum í ár.

Leygardagin kundu teir á besta mansliðnum hjá KÍ lyfta nýggja FM-steypið. Teir fullførdu harvið eitt flott hattrick hjá felagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Leygardagin kundu teir á besta mansliðnum hjá KÍ lyfta nýggja FM-steypið. Teir fullførdu harvið eitt flott hattrick hjá felagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-29 19:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingarárið 2019 í føroyskum fótbólti er av, og Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt samlaða heiðursmerkjabýti upp. 

Tað sæst her

Tað hilnaðist best hjá HB, KÍ, Víkingi og B36. Samanlagt vann HB flest heiðursmerki, men við at vinna gull í Betri Deildini hjá monnum, gull í næstbestu deildini hjá monnum, umframt gull í Betri Deildini hjá kvinnum, skrivaðu klaksvíkingar seg í søgubøkurnar.

FSF skrivar, at í nýggjari tíð er tað nevniliga ongantíð hent áður, at sama felag hevur vunnið fremstu deildina hjá monnum, næstfremstu deildina hjá monnum, og fremstu deildina hjá kvinnum sama kappingarár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder