2019-11-02 20:25
Føroyameistararnir úr Klaksvík hava gjørt sáttmala við 24 ára gamla Oler Erik Midtskogen, ið er ein høgur álopskendur leikari. Hetta skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari í kvøld.
Midtskogen kemur úr sama felag sum Odmar Fære, Ham-Kam ið spælir í næstbestu norsku deildini.
Ole hevur fyri tað mesta spælt sum vinstri vongur ella álopsleikari. Hann hevur skorað trý mál í 919 minuttum hetta kappingarárið í næstbestu norsku deildini.
Sáttmálin við Midtskogen er galdandi fyri kappingarári 2020
Kelda: nordlysid.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald