Fótbóltur

KÍ hevur trý-máls leiðslu í Ungarn

Árni Frederiksberg hevur skorað tvey mál og Luc Kassi eitt mál í Budapest. Tað er langt á mál, men KÍ er á veg víðari í Champions League.

Árni Frederiksberg skoraði til 1-0 og 2-0 og legði upp til 3-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg skoraði til 1-0 og 2-0 og legði upp til 3-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-19 17:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyameistararnir hava Ferencváros á knøunum og eru 45 minuttir frá at spæla seg víðari til 2. umfar í Champions League.

KÍ byrjaði framúr væl, og Odmar Færø vann brotsspark í samband við deyðbólt, ið Árni Frederiksberg kaldliga umsetti til mál. Kanturin økti í 32. minutti, eftir at René Shaki Joensen væl vann bóltin, setti ferð á, fann Deni Pavlovic, ið við skotroynd legði upp til Árna, sum var til reiðar í málteignum.

Útiliðið helt heimaliðum frá vandamiklum møguleikum, og tað sá ikki út til at kunna gerast nógv betur. Men tað gjørdi tað: Árni Frederiksberg smekkaði bóltin flott fram til Luc Kassi, sum rann djúpt og sá at málverjin var langt úti og smekkaði til. Onkursvegna vardi liðformaðurin og ungarski landsliðsmálverjin ikki fyri, og so var 3-0.

Ógvusligur fagnaður í KÍ-leguni, og tað er væl skilligt: Talan er um eina ótrúliga støðu, men nú snýr tað seg um at halda høvdið fullkomiliga kalt og arbeiða knallhart víðari. 

Champions League 1. umfar, Seinni dystirnir 
Mikudagin 19. juli, Budapest 
Ferencvárosi - KÍ (0-3) 
8' Árni Frederiksberg, br. (Odmar Færø) 0-1
32' Árni Frederiksberg (Deni Pavlovic) 0-2
45 (+1)' Luc Kassi (Árni Frederiksberg) 0-3

Dysturin kann síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder