Fótbóltur

KÍ kann fáa eitt heilt gott lutakast

Undan lutakastinum, sum verður stutt áðrenn døgurða, hava føroyameistararnir átta ymiskar møguleikar. B36 fær eisini at vita sína lagnu, um liðið kemur til 3. umfar.

Patrik Johannesen í Champions League-dystinum móti Young Boys í Sveis í farnu viku. Eftir tapið har gjørdist greitt, at KÍ skal spæla í Europa League (Mynd: EPA)

Patrik Johannesen í Champions League-dystinum móti Young Boys í Sveis í farnu viku. Eftir tapið har gjørdist greitt, at KÍ skal spæla í Europa League (Mynd: EPA)

2020-09-01 07:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár fekk B36 eitt ynskilutakast til 2. umfar í Europa League: Um beint yvir tvær vikur kemur The New Saints úr Wales á vitjan á Tórsvølli

Les eisini: Jákup á Borg: - Sjálvandi er talan um eitt sterkt lið

Tað gjørdist eisini greitt, at KÍ ikki slapp beinleiðis víðari til playoff-umfarið, 
sum tað var ein tjúgu prosent møguleiki fyri. Ístaðin kemur KÍ inn í triðja umfar. Í gjárkvøldið gjørdist greitt, júst hvørjir møguleikar klaksvíkingar hava.

KÍ kann møta vinnaranum av einum av hesum dystunum:

Connah's Quay Nomads (Wales) - Dinamo Tbilisi (Georgia)

Djurgården (Svøríki) - Europa (Gibraltar)

Linfield (Norðurírland) - Floriana (Malta)

Flora Tallinn (Estland) - KR Reykjavík (Ísland)

Hesir dystirnir verða leiktir 17. september

Tað er eingin ivi um, at serliga heimavøllur móti vinnarunum í einum av tveimum teimum næstu dystunum gevur KÍ ein góðan møguleika. Har eru heimaliðini rímiliga greiðir favorittar - serliga Linfield. Í hinum dystunum eru Dinamo Tbilisi og Djurgården stórfavorittar, og serliga er georgiska stórfelagið sterkt á pappírinum.

B36 kann fáa ógvuliga torføra uppgávu
KÍ er styrkismett til 3. umfar, tí liðið "yvirtók" styrkismetingina frá Slovan Bratislava á ein hátt. B36 er ikki, og um liðið hjá Jákupi á Borg vinnur á New Saints á Tórsvølli, so bíðar eitt av hesum liðunum: 

Neftçi Baku (Aserbadjan) - Galatasaray (Turkaland)

CSKA Sofia (Bulgaria) - BATE Borisov (Hvítarussland)

Kaysar Kyzylorda (Kasakstan) - APOEL (Kýpros)

Viktoria Plzen (Kekkia)

Harvið er sannlíkindini ikki góð fyri, at B36 fær eitt gott lutakast. Tó hevði tað merkt sera nógv, um tað í so fall hevði verið heimavøllur fyri triðju ferð á rað, tí serliga ein útidystur móti einum av hesum liðunum kann gerast sera tungur.

Lutakstið í dag verður kl. 11.30. Til ber at fylgja tí her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder