
KF Tirana og Ludogorets. Tað eru tey bæði liðini, sum taptu í 2. umfari í Champions League, og sum í samband við Europa League-lutakastið í dag, har B36 trekti The New Saints, vórðu trekt at fara heilt til play-off umfari í Europa League.
Harvið sleppa albanska og bulgariska liðið frá at spæla í 3. umfari. Har skal KÍ spæla, og hvørjum KÍ kann møta har verður greitt í morgin, tá lutakastið til tað verður.
Hevði KÍ verið eitt av teimum báðum liðunum, ið komu úr pottinum í dag - har vóru tíggju i - hevði KÍ bert verið ein sigur frá at spæla seg í bólkaspælið í Europa League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald