
Síðani KÍ vann tveir dystir móti NSÍ í mai, hevur liðið hjá Magnusi Powell verið á beinari FM-kós.
Hóast seinastu umførini ikki hava verið so sannførandi - tveir sigrar í seinastu fimm dystunum - so hevur tað ikki verið serliga nógvur ivi seinastu mánaðirnar, og í kvøld kann FM staðfestast.
Um so er, so verður tað FM nummar fýra uppá fimm ár hjá KÍ og nummar 22 í søgu felagsins.
Í 2023 vann KÍ triðja FM-heitið á rað - tá undir Magna Hoseth. Nú er enn eitt steyp á veg á skápið (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fyrsti av trimum dystarbóltunum hjá KÍ er í Sørvági. 07 Vestur stríðist fyri lívinum í deildini, og hvørt stig telur.
Sí eisini: Her er dystarskráin hjá liðunum í botnstríðnum
Tað er tó ógvuliga ósannlíkt, at tað kemur ímóti KÍ. 07 Vestur hevur bert fingið stig móti KÍ einaferð síðani uppflytingina í 2020. Teir í kongabláum vilja helst eisini avgerða alt í kvøld - áðrenn landsliðssteðgin.
Hesin dysturin er, eins og HB-B68 framskundaður vegna veðurforsøgnina fyri leygardagin. HB stríðist við NSÍ um 2. plássið - runavíkingar spæla móti B36, ið skal hava stig í stríðnum um 4. plássið.
FM1 sigur frá dystinum í Sørvági. Til ber at fylgja gongdini í øllum trimum dystunum ovast á Portalinum
Nýggja skráin fyri 25. og triðseinasta umfar í Betrideildini
Í dag, fríggjadagin 3. oktober
18.30:
NSÍ - B36
HB - B68
19.00: 07 Vestur - KÍ (FM1)
Sunnudagin 5. oktober
13.00: FC Suðuroy - EB/Streymur
16.00: Víkingur - TB
Støðan eftir 24 umfør:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald