Hóskvøldið skal KÍ á heimavølli í Gundadali royna at spæla seg víðari í Evropa League. Klaksvíkingar fingu eitt gott útgangsstøði á Malta, tá verjuleikarin Deni Pavlovic í 88.minutti javnaði til 1-1 eftir hornaspark úr høgru. Tað var 20-ára gamli klaksvíkingurin, Jákup B. Andreasen, ið skeyt hetta hornasparkið. Jákup og hansara liðfelagir eru væl nøgdir við fyrra dystin og útiáskoðarar teirra:
- Vit fingu eitt fínt úrslit á Malta og eitt gott útgangsstøði til seinna dystin. Vit fingu eitt gott og týdningarmikið útivallarmál, sum vit fingu fegnast um, saman við mongu áskoðarunum sum vóru komnir at stuðla okkum.
Birkirkara verður mett at vera eitt vet sterkari enn KÍ. Eftir fyrra dystin kenna teir í KÍ-hópinum betri mótstøðuliðið, men Jákup vísur á, at tað bíðar ein sera harður dystur í morgin:
- Tað er ein fyrimunur, at vit nú kenna Birkirkara betri sum lið. Og tað gevur okkum betri møguleika til at fyrireika okkum til dystin hóskvøldið. Vit hava bara spælt 1.hálvleik, og slett einki er avgjørt enn. Vit hava ein lítlan fyrimun við útivallarmálinum, men vit vita at uppgávan verður sera torfør og fer at krevja ein 110% innsats frá okkum,
Hóast nøkur góð úrslit, so hevur KÍ ongantíð áður spælt seg víðari í evropeiskum fótbólti. Í morgin er møguleikin har, og Jákup Andreasen og hinir eru uppsettir uppá, at nú skal tað verða:
- Tað at vit hava ein møguleika at spæla okkum víðari, og skriva søgu hóskvøldið, er sera spennandi, og hetta er nakað sum avgjørt motiverar okkum nógv til dystin.
Fyrsta bríksl í Gundadali í annaðkvøld verður klokkan 19.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald