Í kvøld klokkan 18.00 tekur KÍ ímóti litaviska FK Riterai. Fyrri dysturin var í Vilnius hóskvøldið, har KÍ tryggjaði sær eitt gott útgangsstøði við einum 1-1 javnleiki.
Les meira: Liðformaðurin tryggjaði KÍ javnleik og gott útgangsstøði í Litava
Fyri klaksvíkingar kann dysturin fáa søguligan týdning. Bæði í fjør og í ár eydnaðist hjá KÍ at koma víðari úr "Preliminary Round", ið er undanumfarið í Europa League, sum var á skránni fyrstu ferð í fjør. Men í undanfarnu tíggju royndunum er tað ongantíð eydnast hjá KÍ at koma víðari úr 1. umfari í evropeiskari kapping. Í 1995 vunnu teir bláu sín fyrsta evropeiska dyst. Tað var á Svangaskarði ímóti Maccabi Haifa. Tað endaði tó 6-3 til liðið úr Ísrael samanlagt.
(Eftir sigurin á Maccabi Haifa fyri 24 árum síðani tá Olgar Danielsen skoraði hattrick - Mynd: Norðlýsið)
Tað er júst á Svangaskarði, at KÍ skal royna at spæla seg víðarií kvøld. Hetta er gamli evropeiski heimavøllurin hjá felagnum, ið hevur leikt sínari fýra seinastu í Gundadali. Tað verðað væntandi nógv fólk til dystin í kvøld, og júst stuðulin frá áskoðarunum peikaði málskjúttin frá dystinum í Litava, Jákup B. Andreasen, á sum ein umráðandi faktor í kvøld.
Les eisini: - Hevdi verið stórt fyri okkum at spælt okkum víðari
Liðformaðurin hjá KÍ segði eisini, at liðið ikki fór eftir at halda málleysa javnleikin, ið er nóg mikið til at koma víðari. Jákup segði við Portalin, at KÍ fer eftir at vinna dystin. Liðið hjá Mikkjal Thomessen hevði sama úttgangsstøði í fjør ímóti Birkirkara eftir dystin á Malta, og í seinna dystinum í Gundadali endaði tað við 2-1 sigri til heimaliðið.
(Páll Klettskarð og KÍ spæld seg víðari ímóti Birkirkara í fjør - Mynd: Sverri Egholm)
Útfrá fyrra dystinum, styrkini hjá KÍ, útgangsstøðinum og heimavøllinum, so má metast at KÍ hevur ógvuliga góðan møguleika at spæla seg víðari. Hjá veddingarfyritøkunum er føroyska liðið eisini ein lítil favorittur. Lagt er í øllum førum upp til eitt spennandi kvøld á Svangaskarði.
Vit verða til staðar á Toftum, har vit dagføra støðuna, hava myndir og samandrátt og gera samrøður eftir dystin. Til ber at síggja dystin við appini hjá televarpinum fyri eitt gjald uppá 39 krónur.
Europa League 1.umfar, seinni dysturin
16.07, kl. 18.00 á Svangaskarði
KÍ (1) - FK Riterai (1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald