Fótbóltur

KÍ kann tryggja sær FM við javnleiki í kvøld

EBS/Skála kann fyri aðru ferð innan fýra dagar útseta FM-avgerðina.

EBS/Skála hevur seinastu tvey árini vunnið FM (Savnsmynd/Sverri Egholm)

EBS/Skála hevur seinastu tvey árini vunnið FM (Savnsmynd/Sverri Egholm)

2019-09-15 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið tapti KÍ 1-0 á Skála, og ÍF/VÍK/B68 tapti 1-0 í Gundadali fyri HB. Í dag eru umvedar uppgerðir, og tær kunnu gerast avgerandi fyri heiðursmerkjabýti.

19. og næstseinasta umfar:

18.00: ÌF/Víkingur/B68-HB
19.30: KÍ-EB/Streymur/Skála

Støðan: 
1. KÍ (31 stig) 14 dystir
2. ÍF/Víkingur/B68 (28 stig) 15 dystir
3. HB (25 stig) 14 dystir
4. EBS/Skála (11 stig) 14 dystir
5. B36 (9 stig) 15 dystir

Um KÍ fær eitt stig í kvøld, kemur steypið aftur til Klaksvíkar, har tað var frá 2000 til 2017. Seinastu tvey árini hevur EBS/Skála vunnið FM, og hóast tað ikki fer at eyndast hesuferð, so kann felagsliðið órógva KÍ aftur hesuferð. 

Um tað endar við javnleiki í Sarpugerði, verða klaksvíkskvinnur føroyameistarar óansæð úrsliti' í Klaksvík. Vinnur ÍF/Vík/B68 kann liðið framvegis vinna FM, um KÍ tapir tveir teir seinastu dystirnar. Um HB vinnur í kvøld, og KÍ aftur tapir, so verður FM-finala í Gundadali 26. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder